Ein Framsøkin Kommuna

Nú stundar, til nýtt býráð í Tórshavnar Kommunu skal veljast. Borgarir í kommununi skulu enn einaferð velja, hvør skal stýra størstu kommunu í landinum, ið umsitur fyri yvir eina heila milliard krónur, og har gott og væl helmingurin av Føroya fólki hevur sín bústað, og virkar í tí dagliga.

Bjarni K. Petersen
22. oktober 2020 kl. 13:00

Hvør ið stjórnar miðstaðin komandi 4 árini hevur tískil sera stóran týdning fyri borgaran í kommununi – og landinum í sínari heild. Tað sum hendir í Tórshavnar Kommunu – ella ikki hendir – hevur ávirkan, ikki bara fyri borgaran í kommununi, men um alt landið.

Tað eru nógv viðurskiftir í kommununi, sum hava ligið á láni í alt ov langa tíð. Vanligt viðlíkahald, vegakervi, parkeringsviðurskifti, útstykkingar, kloakering og so framvegis. Ting sum bara eiga at rigga, og sum áttu at verið loyst fyri fleiri árum síðani.

Ein fortreyt fyri trivnað, og at vit hava eina vælvirkandi kommunu, er at grundleggjandi ting, sum kommunan hevur ábyrgd av, eru í lagið. Kommunan eigur í størri mun enn áður at miðsavna seg um at hava ein sunnan rakstur av kommununi. Valevnini til býráðsvalið brúka stóra tíð og orku uppá stórar marglætisverkætlanir og íløgur – og tær hava eisini týdning.

Men tað nyttar lítið at tosa um multihøll og annað, um vegirnir eru slitnir, um tað luktar av kloakk í gøtunum og um tú ikki fær stovnspláss til títt barn, ella parkera tín bil. Eg haldi at tað verður ov lítið tosað um hesi tingini, og at tað eigur at fáa størri rúmd til eitt valstríð, og at enda, í politikkinum, tá ið eitt nýtt býráð kemur til.

Tá ið tað eg sagt, so eiga vit eisini at hugsa um havnina uppá ein annan máta. Tað nyttar ikki at vera lítillátin og undirbrotligur, tá ið tað snýr seg um okkara høvuðsstað. Vit eiga at hava eina yvirskipaða visión um eina tíðarhóskandi kommunu, sum kann líta inn í framtíðina. Ikki bert 4 ár inn í framtíðina, men 20 ella 30 ár. Har Tórshavn er ein altjóða høvuðsstaður, í kapping við aðrar stórbýir í Norðanlondum. Ein vitanardepil, har gransking, nýhugsan og nýskapan er bulurin í samfelagsmenningini. Har vinnan fær loyvi til at virka, royna nakað nýtt, miseydnast, og royna umaftur. Ein býur fyri íverksetarar, sum skapa virðir og vinnumøguleikar. Ein mentanarlig háborg, sum dregur at sær fólk úr øllum heiminum. Ein tøkniliga framkomin staður, har framtíðin, og alt tað góða, hon ber við sær, er við í býarplanleggingini.

Vit skulu hava stórar visiónir um ítrótt og ítriv. Allan ítrótt, og øll ítriv. Vit hava sólskinssøgur um svimjarar, skjúttar, telvarar, rennarar, fimleikarar, sum hava skara framúr. Fótbóltur og hondbóltur eru dømir um ítróttir, sum vit hava raðfest, men nógvar ábøtur kunnu gerast fyri hinar ítróttirnir. Eitt nú skuldi frælsi ítrótturin fingið betri umstøður til innandurða virksemi.

Vit skulu hava lív aftur í miðbýin. Ofta verður tosað um at tað er ov lítið virksemi nirði í miðbýnum. Ov nógv kontórir, ov lítið vinnulív og bústaðir. Kommunan eigur eina rúgvu av bygningum í miðbýnum, sum ikki vera gagnnýttir til fulnar. Kommunan átti at sett seg niður at eftirmeta ognirnar nirði í miðbýnum, og kannað um ikki ein stórur partur kundi verið seldur ella leigaður út til vinnuligt virksemi. Til íverksetarar og sjálvstøðug vinnurekandi, ið síggja ein tørv, ella hava eitt gott hugskot. Ein nýggjan handil, ella ein nýggj café. Bara hugflogið setur mørkini, og tað er við til at skapa lív í miðbýnum. Men tað krevur at kommunan loyvir borgaran at taka egið initiativ til at byrja okkurt lívgandi virksemi nirði í býnum.

Býurin átti eisini at verið hugnaligari fyri íbúgvarnar til at leita sær oman. Eg havi leingi talað fyri, at partar av havnará skulu latast upp aftur í miðbýnum. Tað er nakað sum kann vera við til at betra um estetikkin í býnum.

Alt hetta krevur sjálvandi, at vit umstrukturerað miðbýin, allur sum hann er. Fyri tað fyrsta mugu vit loysa avbjóðingina við parkeringsviðurskiftini í býnum. Tað kann gerast uppá fleiri mátar, men tað sum hevur størstan týdning er, at arbeiði verður sett í gongd beinavegin. Partar av miðbýnum áttu eisini at verið lukkaðir av fyri ferðslu, har bara av- og áskipan var loyvd.

Miðbýurin eigur at sprutta av lívið og virksemi – bæði um dagin, og um kvøldið. Tí átti mann at syrgt fyri, at brúkari og veitari vóru á einum stað, soleiðis at har ein ávís samvirkan. Tað gera vit við at fáa íbúðarbygging oman í miðbýin, og at vit gera linari og lættari fyri tey vinnurekandi – bæði at reka sítt virksemi, og at byrja nýggjar verkætlanir.

Eitt nú skuldi kommunan gjørt linari treytir í politiviðtøkunum, soleiðis at vinnurekandi í størri mun gjørdu av, nær tey høvdu opið, og nær tey lótu aftur. Hetta hevði skapt meira dynamikk í býnum.

Tórshavnar kommuna skal vera ein kommuna, har øll eru vælkomin. Fjølbroytnið í Tórshavnar Kommunu er hennara styrkur, atdráttarmegi og drívmegi. Vit skulu hava eina kommunu, har tín persónliga sannføring og liviháttur fær rúm, sum tú ikki fær aðrastaðni.

Tí eru virðini hjá Framsókn minst líka galandi í kommunalum politikki, sum í landspolitikki. Tað persónliga frælsi til at royna nakað nýtt og ørvísi. Rættin til at velja til, og velja frá. At skapa nýggja vitan, og brúka tey hugskotini, ið standast av henni. Tey virðini eru hjartaslátturin, sum dukar í miðstaðinum, og sprænir lívgan um alt landið.

Vinnuliga frælsi, ið eggjar til nýskapan og íverksetan, ið er fortreytin fyri at kommunan ikki bara kemur við inn til framtíðina, men er beinleiðis við til at mynda hana.

Hetta eru virðini, ið eg fari á val uppá, og tí er tað mín vón, at tey, ið taka undir við hesum virðum, taka teir tankarnir við sær, tá ið tey fara í atkvøðuklivan tann 10. November at veja sítt umboð fyri Tórshavnar Kommunu, okkara alra høvuðsstað.

Bjarni K. Petersen

Valevni fyri Framsókn