Um miðdagsleiti í gjár hendi eitt rættiliga umfatandi ferðsluóhapp í Tórsgøtu mitt í Havnini.
Løgreglan sigur, at av onkrari orsøk misti ein eldri bilførari tamarhaldið á bilinum og koyrdi upp á gongubreytina. Í eini roynd at rætta bilin upp aftur endaði heilt galið.
Løgreglan sigur, ein maður varð yvirkoyrdur og varð innlagdur á Landssjúkrahúsið. Hann hevur fingið skaða, men eftir umstøðunum hevur hann tað gott.
Maðurin rendi eisini á fleiri aðrar bilar og tilsamans fingu fimm bilar skaða.
Løgreglan veit ikki hví óhappið hendi, men har eru nógvir partar í málinum og nógv eygnavitni og tey verða øll avhoyrd hesar næstu dagarnar.
Maðurin, sum varð yvirkoyrdur er ikki avhoyrdur enn, tí tað bíðar til hann er batnaður aftur.
Løgreglan hevur ikki illgruna um, at rúsdrekka er uppií.