- Ein óbehagiligur órættur at verða settur uttanfyri

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í norðurlendskum samstarvsmálum, arbeiðir víðari við ætlanini um at veita føroyingum sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum

Ingi Samuelsen
24. oktober 2020 kl. 13:42

Henda greinin um Kaj Leo Holm Johannesen er fimta og seinasta greinin, sum Ingi Samuelsen hevur skrivað fyri Føroya Landsstýri í sambandi við, at Føroyar eru partur av formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum

--
- Jú, eg havi stundum kent meg skeivt viðfarnan, tá eg havi verið í norðurlendskum selskapi sum føroyskur stjórnarleiðari. Eg havi kent tað mannminkandi, tá løgmaður saman við stjórnarleiðarunum í Grønlandi og Álandi eru settir til viks, og ikki bodnir við til forsætisráðharradøgurðarnar ella á tíðindafundirnar eftir fundin millum stjórnarleiðararnar.

Soleiðis sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og nú landsstýrismaður við ábyrgd av norðurlendska samstarvinum.

Hann hevur nógv gott at bera norðurlendska samstarvinum, men ásannar eisini, at tað eru økir, sum ikki virka, sum tey áttu.

- Skil meg rætt. Tað er ikki tí at eg vildi sleppa at eta enskan búff við hinum statsministarunum, als ikki. Men tað er ikki rætt, at vit, sum annars luttaka á jøvnum føti í næstan øllum politiskum norðurlendskum samstarvi, verða sett uttanfyri tá stjórnarleiðararnir halda tíðindafund til dømis. Hetta er ikki í tráð við andan í norðurlendska samstarvinum.

- Eg havi tosað við Aksel (Johannesen, avloysaran í løgmanssessinum, red.) um hetta, og hann hevði júst somu kenslu. Hetta er nakað, sum eg fegin vildi ynskt, var broytt.

Øll greinin kann lesast í Dimmalætting hesa vikuna ella sum haldari her.

Her kanst tú millum annað lesa um, at:

- Limaskapurin skal á breddan aftur

- Álandsskjalið varð gjørt fyri at fáa okkum at tiga

- Ynskið um limaskap í Norðurlandaráðnum ikki er slept

- Ein nýggj strategi má til

- Helsingforssáttmálin má helst broytast, skal Føroyar gerast limur