Ein tikin fyri at koyra ávirkaður í nátt

Tað var annars talan um eina friðarliga nátt hjá løgregluni.

Helgi Hoydal
17. september 2022 kl. 08:04

Beint áðrenn klokkan 04 í nátt, varð ein persónur varð tikin av løgregluni fyri at koyra ávirkaður, upplýsir løgreglan leygarmorgunin.

Hendingin fór fram í høvuðsstaðnum.

Skiftandi tøl fyri rúsdrekkakoyring

Í 2021 vóru 128 ákærur fyri rúsdrekka og promillukoyring sum er §16 í ferðslulógini. Í 2020 vóru tað 134, meðan í 2017 var talið umleið helvtin. Tá vóru 70 ákærur fyri rúsdrekka og promillukoyring.

(Kelda: Hagstovan)