Ein tilburður í gjár

Eftir at bara ein smittutilburður við koronu varð staðfestur í gjár, er talið á smittaðum nú minkað niður í 70 fólk.

Katrin Erlendsdóttir
25. juli 2021 kl. 15:05

Í gjár var ein nýggjur smittutilburður staðfestur. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Viðkomandi var smittaður í Føroyum, og smittukeldan er kend.

Í løtuni eru 70 persónar smittaðir við koronu.