Eindarlistin hevur savnað 22.351 krónur inn til Frítt val - fyri fríari abort

Danski Eindarlistin hevur síðani summarferiuna savnað pengar inn til Frítt Val, sum arbeiðir fyri rættinum til fría fosturtøku í Føroyum

Í dag boðaði Pernille Skipper úr Eindarlistanum frá, at samanlagt eru 22.351 krónur savnaðar saman. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
1. august 2022 kl. 13:35

Í áleið ein mánað hevur danski Eindarlistin savnað pengar inn til Frítt Val, sum berjist fyri rættinum til fría fosturtøku í Føroyum.

Nú innsavningin er av, eru 22.351 krónur savnaðar saman til Frítt val. Hesum hevur Pernille Skipper úr Eindarlistanum boðað frá.

- Áðrenn summarferiuna stovnaðu vit eina innsavning, og tað eru komnar donatiónir millum 10 og 2.500 krónur. Og saman við pengunum eru komin boð sum “til mínar førosyku systrar” og “frá einum konservativum”. Takk til tykkum øll, skrivar Pernille Skipper á Facebook fyrr í dag.

- Rætt til fría fosturtøku er rætturin til egnan kropp og egna framtíð. Tað mugu vit ongantíð taka fyri givið. Tað skulu vit kempa fyri – eisini tvørturum landamørk, skrivar Pernille Skipper at enda.

Upphæddin, ið er savnað saman, fer til felagsskapin Frítt Val, sum sjálvsagt, eins og navni bendir á, arbeiðir fyri fríari fosturtøku í Føroyum. Á Facebook síðuni hjá Frítt Val lýsa tey seg sjálvan soleiðis:

- Frítt val - fyri fríari abort' er ein síða, ið er stovnað av einum breiðum skara av kvinnum, ið virka fyri at fáa fría abort í Føroyum.

- Endamálið við síðuni er at savna tær mongu og fjølbroyttu røddirnar, ið eru samdar um hetta mál, og at geva hesum sjónarmiði og politiskum rørslum betri rásarúm í føroyska kjakinum (sum higartil hevur verið antin tagt burtur ella stýrt av afturhaldssinnaðum hugburðum).

- Síðan hevur til endamáls at upplýsa um fría abort og at lýsa við átøkum og tiltøkum, ið verða sett í verk fyri at røkka hesum týdningarmikla máli.