Eingi jól uttan Mína jólabók

Jólasiðir koma og jólasiðir fara, men tað er í hvussu so er eitt, sum ikki broytist og tað er Mín Jólabók kemur út upp undir jól

Áki Bertholdsen
29. november 2024 kl. 12:23

Mín Jólabók er vorðin ein fastur táttur upp undir hvørji jól, og tað verður hon aftur í ár. Mín jólabók er nevniliga aftur komin út. Tað er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt.

– Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman – børn og vaksin – í køldu, myrku tíðini upp undir jól, sigur Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur hana út.

Bókin er í 24 pørtum, har vit hvønn dag frá, 1. desember til jólaaftan, kunnu lesa søgur og yrkingar og finna hugskot til okkurt stuttligt jólaítriv.

– Tað ger Mína Jólabók 2024 til eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran, sigur útgevarin.

Í bókini kunnu vit, millum annað lesa eina upprunaføroyska adventssøgu í 4 pørtum eftir Silju Aldudóttur, sum vit kunnu lesa og njóta hvønn sunnudag í adventini.

Hans Jacob Østerø hevur teknað tær stuttligu og jólaligu myndirnar í adventssøguni og hevur harumframt gjørt permutekningina.

Hinar søgurnar og yrkingarnar hava eisini vakrar myndir, sum dugnaligir, føroyskir myndprýðarar hava gjørt.

– Dámar tær fittar, spennandi og stuttligar søgur og tekningar, sum tú kanst lesa hvønn dag fram til jóla, og at gera hugnalig jólaítriv, so er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.

Turið Kjølbro og Beinta Johannessen hava lagt til rættis, og Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur útgivið.

Mín Jólabók hevur nøkur ár á baki og tað eru bara tey, sum eru komin heilt væl upp í árini, sum minnast eini jól uttan Mína Jólabók.

Føroya lærarafelag gav hana út á fyrsta sinni í 1950, og Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur útgivið, síðan hon varð sett á stovn í 1956.

Mín jólabók er komin út á hvørjum ári, uttan í 1958, og síðan 2004 er sniðið og innihaldið nútíðargjørt og vaksið í vavi og dygd, siga tey á Bókadeild Føroya Lærarafelags.