Eingin Embla virðisløn til Føroya í ár

Hóast Føroyar høvdu tilnevningar í øllum bólkum, gjørdist tað ikki til nakra Embla virðisløn í ár, og Danmark, Norra og Svøríki fóru við øllum virðislønunum

Jóhan Dávur Joensen
Steinar Patursson
21. juni 2022 kl. 09:32

Tað gjørdist tíverri eingin Embla virðisløn fyri Føroyar i ár, tá Embla virðislønirnar í gjár vórðu handaðar í Oslo.

Ikki færri enn sjey føroyskar tilnevningar vóru til Embla virðislønirnar, ið hava til endamáls at fagna tað besta í norðurlendskari matgerð.

Tey tilnevndu úr Føroyum vóru Jóhan Dávur Joensen – Norðurlendski rávøruframleiðarin, Dímunargarður – Norðurlendski mathandverkarin, Rólant Waag Dam – Norðurlendski matsamskiftarin, Gásadalur – Norðurlendskt matferðarmál, TARI – Norðurlendski matíverksetarin, Jóhanna á Tjaldrafløtti – Norðurlendskur matur til børn og ung, og Slaktið – Norðurlendskur matur til mong.

Tað eydnaðist kortini ikki nøkrum teirra at vinna í sínum bólki, og úrslitið varð, at Danmark, Norra og Ísland fóru við øllum virðislønunum við ávíkavist trimum, trimum og einari virðisløn.

- Luttøkan í Embla hevur flutt okkara tankar um, hvat er møguligt í Føroyum, og hevur givið íkast til íblástur til føroyskar framleiðarar og eksponering av Føroyum sum matvøruframleiðandi tjóð og ferðamál, sigur Sigert Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya.

Tað er meginfelagið fyri norðurlendsku bóndafeløgini (Nordisk Bondeorganisationers Centralråd), sum hevur ábyrgdina av Embla verkætlanini við stuðli frá Norðurlandaráðnum, og endamálið er at fagna tað besta í norðurlendskari matgerð: rávørur, matvørur, framleiðsluhættir og fakfólkini aftanfyri.

Føroyska luttøkan er skipað í samstarvi millum granskarasetrið iNOVA, Bóndafelag Føroya, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, Visit Faroe Islands og Atlantic Airways.