Eingin eykajáttan til trygdarútgerð

Uppskot til eykajáttan til trygdarútgerð til tunlarnar norður um Fjall fall. Landsverk hevur pening tøkan til trygdarútgerð, heldur norðoyatingmaður

Sigurjón Einarsson
20. oktober 2020 kl. 22:44

Tá uppskot til eykajáttan til trygdarútgerð var til aðru viðgerð í Løgtinginum í dag, hevði Beinta Løwe Jacobsen úr Tjóðveldi hug at prika norðoyatingmenninar í samgonguni, hví teir ikki fóru at stuðla uppskotinum hjá sær um trygdarútgerð til tunlarnar norður um Fjall, fekk tað Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum at biðja um orðið. Hann var samdur við tingkvinnuni úr Tjóðveldi, at neyðugt er við ábótum fyri trygdina í tunlunum norður um Fjall, men at Landsverk hevur neyðugu fíggingina til at fáa hetta framt í verki.

Uppskotið fór víðari til atkvøðugreiðslu, har tað fall.

Brot frá orðaskiftinum sæst her:

Uppskotið til eykajáttan til trygdarútgerð í stuttum:

Skotið verður upp at lata eykajáttan á tríggjar milliónir krónur til trygdarútgerð til tunlarnar norður um Fjall og aðrar tunlar, har henda manglar.

Í juli mánaði kom eldur í ein bil í Árnafjarðartunlinum. Tá kom fram, at trygdarútgerð manglar uttanfyri tunnilin, millum annað bummar og ávaringarljós.

Landsverk hevur verið í miðlunum og sagt, at peningur er ikki tøkur til hesa útgerð. Tí verður skotið upp at lata eykajáttan á tríggjar milliónir til trygdarútgerð, sum bummar og ávaringarljós, uttanfyri tunnilsmunnarnar.

Í fyrsta lagi verður skotið upp, at henda útgerð beinanvegin verður sett upp við tunlarnar norður um Fjall, har nógv ferðsla er. Men slík útgerð eigur eisini at verða sett upp við aðrar tunlar, ið ikki hava hesa útgerð.

Beinta Løwe Jacobsen úr Tjóðveldi var uppskotsstillari.