Eingin fótbóltshøll á Svangaskarði

Felagið, ið skuldi byggja fyrstu fótbóltshøllina, sum eisini skuldi vera eitt risa frambrot fyri frælsan ítrótt í Føroyum, er í holt við at verða avtikið

Sigurjón Einarsson
1. desember 2020 kl. 07:50

Meðan tað enn er stórur rómur á B68-viðhaldsfólki eftir uppflytingina til Betri Deildina sunnukvøldið, so sær verri út hjá øðrum felag undir Tofta Ítróttarfelag, ið hevði eina verkætlan klára um eina marghøll á Toftum til bæði fótbólt og frælsan ítrótt. P/F Fótbólts- og Trivnaðardepilin, har Niclas F. Davidsen er stjóri, er nú í holt við at verða avtikið.

Ofta hava fólk í Nes kommunu gingið undan, tá tøk skuldu takast fyri føroyskum ítrótti at frama. Tá føroyingar manglaðu ítróttarøki til frælsan ítrótt, so oyggjaleikir kundu haldast í Føroyum í 1989, so vóru tað eldsálir á Toftum og har um vegir, ið borgaðu fyri hesum.

Tað sama var galdandi, tá føroyingar manglaðu ein altjóðan fótbóltsvøll at leika sínar heimadystir á, so vóru tað aftur fólk í Nes kommunu, sum gingu undan.

Á triðja sinni ætlaðu fólk á Toftum og har um leiðir at fara í holt við verkætlan, har ætlanin var at inniloka vøllin og rennibreytina á Svangaskarði við eini høll, ið mett var at kosta umleið 60 milliónir krónur. Til hesa verkætlan varð tó róð eitt framundir, at fáa fígging við stuðulspengum frá eitt nú UEFA, men tað bleiv ongantíð veruleiki. So seint sum í fjør royndi borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, at kveistra áhuga fyri verkætlanini, men nú sær út til, at tað hendan verkætlanin fer fyri bakka.

P/F Fótbólts- og Trivnaðardepilin varð stovnað 24. juni í 2009, og fekk sama árið játtað tvær ferðir 50.000 krónur frá Nes kommunu. Fyrru ferðina 28. mai og seinnu ferðina 5. oktober í 2009, umframt eina materiella støðisogn (bygningurin á myndini), ið varð upptikin til útveganarvirði við frádrátti fyri samlaðum avskrivingum og einum grundøki, sum ikki hevur havt avskrivingar. Bygningurin varð mettur til at hava eitt virði á 604.000 krónur í 2009. Hetta virði var komið niður á 491.000 krónur í 2018, sum er og verður seinasti roknskapur hjá felagnum, ið varð góðkendur tann 16. juli í fjør.  

Nú er líkt til, at tað verður ikki á Svangaskarði, at ein marghøll verður bygd – í hvørt fall ikki við hesum felagnum.

Fótbóltssambandið hevur eisini áður meldað greitt út, at tey fara ikki í holt við nakra aðra verkætlan, fyrr enn Tórsvøllur er heilt liðugur. Eftir ætlan verður nýggi Tórsvøllur liðugur í apríl-mai í 2021.