Eingin kann liva av parttíðarstarvi

- Vit mæla staðiliga frá at lýsa føst størv sum hálvtíðarstørv, tí tað bindur fólk í fátækdømi. Vit eiga ikki at hava skipanir, sum binda fólk niður, soleiðis at tey ikki kunnu forvinna sær eina løn, ið er at liva fyri. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags. Landsstýrismaðurin er sinnaður at hyggja nærri at skipanini

Sigurjón Einarsson
28. mars 2023 kl. 17:10

Tað eru framvegis nógv tíðaravmarkað og parttíðarsett størv í fólkaskúlanum.

Skúlablaðið skrivar um lærarar, sum ár eftir ár fáa í boði starvið, teir hava røkt í fleiri ár, men at teir mugu søkja starvið á hvørjum ári, tí starvið er ikki teirra. Sama er galdandi fyri nógvar nýútbúnar lærarar, sum fáa í boði parttíðar starv. Men eins og fyri nógvar lærarar í tíðaravmarkaðum starvi, so er starvið ótrygt, og lønin er lág, tá starvið ikki er fult.

– Eingin kann liva av einum parttíðarstarvi, heldur ikki tey, sum júst hava fingið læraraprógv. Nógvir lærarar fáa ikki annað í boði enn eitt parttíðarastarv. Í fjør var søkt eftir fleiri enn 30 lærarum til parttíðarstarv til setanarbroti 0,7 ella so, aftrat tí koma allar lýsingarnar sum hava verið í skúlaárinum, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelags, Jacob Eli S. Olsen, við Skúlablaðið.

Víðari sigur hann, at:

– Tað er ein onnur støða, at summir lærarar velja at arbeiða í einum lægri broti; sum vit síggja eru tað allarmest kvinnur, sum velja at fara niður í tíð í eitt ávíst tíðarskeið, meðan tær eiga smábørn. Summar velja at arbeiða fleiri ár ella varandi, hetta tað gongur út yvir teirra lívsløn og pensjónssamansparingina.

At summi velja at arbeiða parttíð, eigur ikki at verða blandað saman við teimum, sum eiga at fáa tryggari setan, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

Sinnaður at hyggja nærri at skipanini og gera tillagingar
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen sigur í samrøðu við Skúlablaðið, at hann er sinnaður at hyggja nærri at skipanini viðvíkjandi tíðaravmarkaðum størvum og gera tillagingar.

– Hesin frymilin fer at verða endurskoðaður. Grundleggjandi haldi eg ikki, at skipanin er nóg góð, tá eitt næmingatal, sum er fimm næmingar meiri ella minni, skal vera avgerandi fyri, um ein lærari fær starv ella ikki. Heldur hinvegin eiga vit at hugsa, at leiðslan eigur at hava gott rásarúm, og tað er eisini tað, leiðslurnar vilja hava fyri at kunna ráðleggja. Hevur ein skúli eitt árið fleiri tímar, enn tímajáttanarskipanin leggur upp til, so koma hesir tímarnir næmingunum og lærarunum til góðar so ella so. Skuldi tað víst seg, at næmingatalið í einum skúla minkar eftir eitt tíðarskeið, so eigur tímatalið sjálvandi at verða tillagað, men ikki fyrst í einum skúlaári, tí hetta kann hava so stórar avleiðingar fyri, hvørt tú kanst seta ein lærara ella ikki. Tað er hvørki nøktandi ella rímiligt, at lærarar í so stórum tali skulu hava so ótrygg setanarviðurskifti; tað kann elva til ótta og strongd, so eg eri avgjørt opin fyri at hyggja nærri at hesum og gera ábøtur, sigur landsstýrismaðurin við Skúlablaðið.

Hetta skúlaárið, 2022/23, varð lýst eftir 114 lærarum til fólkaskúlan, 84 vóru tíðaravmarkað størv, og av teimum vóru fleiri enn 30 parttíðarstørv. Skúlaárið 2021/22 varð lýst eftir á leið 100 lærarum í tíðaravmarkað starv í fólkaskúlanum. Djóni Nolsøe Joensen ásannar, at hetta eru høg tøl og ótrygg setanarviðurskifti.

Kelda: Skúlablaðið