- Eingin skuldi vita, at eg hevði barnsburðartunglyndi

- Eg vildi ynskt, at eg tók ímóti hjálp fyrr. So hevði eg spart meg fyri nógva spilta orku við burðartunglyndi. Tað sigur 26 ára gamla Fía á Hvítubrúgv, sum hevur upplivað at havt barnsburðartunglyndi tvær ferðir. Fyrru ferð duldi hon tað sum mansmorð. Hon skammaðist og vildi fyri alt í verðini ikki, at nakar skuldi halda hana vera veika. Burðartunglyndi gjørdist verri í samband við seinna barnsburð. So svárt, at Fía ikki hevði nakað val. Hon noyddist at leita sær hjálp. Ein avgerð, hon vildi ynskt, varð tikin langt áðrenn.

(Mynd: Finnur Justinussen/Leit.fo)
Rebekka Manuela Behrens
18. november 2022 kl. 17:23

Í blaðnum, sum kemur út í morgin, varpa vit ljós á burðartunglyndi. Her er eitt brot úr greinini:

Tíggjuna hvør kvinna fær barnsburðartunglyndi. Tað vísir kanning, sum føroysku heilsafrøðingar hava gjørt síðani 2012. Tunglyndi í sær sjálvum er svárt, og at fáa tunglyndi í samband við barnsburð kann kennast enn sváraði, av tí at kvinnan, sum umframt stríðist við tunglyndi, hevur ein nýføðing at taka sær av.

26 ára gamla Fía hevur upplivað á egnan kropp, hvussu svárt barnsburðartunglyndi er. Hon er mamma at tveimum dreingjum, sum ávikavist eru trý ár og seks mánaðir gamlir. (Mynd: Finnur Justinussen/Leit.fo)

Í tveimum umførum hevur hon upplivað at fáa burðartunglyndi. Ímyndin av, hvussu tað var at gerast mamma, tekur hana á bóli, tí tá sonurin kemur til verðina broytist alt. Gleðin av at vera blivin mamma, er køvd við burðartunglyndi, men Fía gevur sær ikki beinavegin far um støðuna.

- Eg føldi meg tunga. Orkaði einki. Eg byrjaði spakuliga at kenna á mær, at hetta ikki var rætt. Men kortini skúgvaði eg tankan til viks og segði fyri mær sjálvari, at eg hevði tað gott, tí tað vildi eg. Eg vildi vera sterk og ikki minst ein góð mamma.

Les greinina í fullari longd í blaðnum, sum kom út í dag, ella við at tekna teg sum haldara á heimasíðu okkara.