Eingin smitta staðfest á Boðanesheiminum

Í farnu viku var ein hvøkkur, tá eitt starvsfólk á Boðanesheiminum fekk staðfest korona. Í morgun varð latið upp aftur fyri vitjandi, eftir at eingin nýggj smitta er staðfest

Ari av Rana
14. januar 2021 kl. 13:52

Mikudagin í farnu viku bórust tíðindi um at eitt starvsfólk á Boðanesheiminum hevði fingið staðfest korona.  Starvsfólkið hevði eina negativa test frá fríggjadegnum 1. januar, var til arbeiðis um vikuskiftið og fekk síðani staðfest koronasmittuna týskvøldið.

Skjótt var gjørt av. Deildin har viðkomandi hevði verið til arbeiðis varð stongd fyri vitjandi og starvsfólk og búfólk vórðu kannað hvønn dag í farnu viku og aftur í gjár.

Nøkur starvsfólk og øll búfólk á deildini, har viðkomandi starvsfólk varð til arbeiðis, hava verið í sóttarhaldi.

Í morgun varð tó latið uppaftur og vitjandi kunnu aftur vitja síni á deildini, skrivar Tórshavnar kommuna.