Ongi úrslit

Eingin visti nakað um amerikanskt hernaðarflogfar í Føroyum

Mannagongdirnar verða nú herdar fyri at sleppa unan tilburðum sum hesum aftur

Áki Bertholdsen
11. sepember 2023 kl. 13:00

Seinnapartin leygardagin 5. august kom knappliga eitt amerikanskt hernaðarflogfar flúgvandi heilt lágt yvir Føroyum, inn yvir Havnina og Skálafjørðin.

Men hvørki føroyskir, danskir myndugleikar, ella Arktisk kommando, vistu nakað um flogfarið.

Amerikansk herflogfør hava loyvi at flúgva yvir Føroyum og tað eru ikki føroyskir myndugleikar, sum hava heimild at gera nakað við tað. Men landsstýrið hevur biðið um at verða kunnað í førum sum hesum.

Men tað hendi ikki í hesum føri og tí reisti Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, málið á Fólkatingi, tá ið hann spurdi verjumálaráðharran, Troels Lund Poulsen, um hendingina.

Hann staðfestir, at føroyskir myndugleikar góðtaka til fulnar, at tað fer at vera økt hernaðarligt virksemi rundan um Føroyar, men treytin hevur verið, at føroyskir myndugleikar verða kunnaðir um alt, sum fer fram.

Danski forsætisráðharrin sigur, at danskir myndugleikar vistu einki um hetta hernaðarflogfarið, og sostat vórðu føroyskir myndugleikar heldur ikki kunnaðir. 

Men danska verjumálaráðið hevur umrøtt málið við amerikanska sendiharran í Keypmannahavn og hann hevur boðað frá, at mannagongdirnar verða herdar á heusm øki - og tað fer sendiharrin at gera vart við á rætta stað.

Mest lisið hesa vikuna

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

Í gjár kl. 22:00

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

16 tímar síðan

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15