Eini 1300 ferðafólk hjá Atlantsflogi eru strandað í trimum londum

Øll flúgving er avlýst í dag

Áki Bertholdsen
3. februar 2025 kl. 10:59

Í dag er nógvur vindur sunnaneftir og tað eru ring floglíkindi í Vágum. Í roynd og veru eru floglíkindindi so ring í dag, at øll flogferðsla er avlýst.

Ein flúgvari fór til Keypmannahavnar í morgun, men allir aðrir túrar eru avlýstir. Sostatt eru níggju flogferðir avlýstir í dag.

Tað eru túrarnir úr Keflavík, Billund og Keypmannahavn, til Føroyar, og fráferðirnar úr Føroyum til Keypmannahavn ímillum Føroyar og Keypmannahavn, Billund og Keflavík.

Fyrr í morgun var ætlanin at fáa ein tóman flúgvara úr Keypmannahavn til Føroyar, so at hann kundi fara til Gran Kanaria seinnapartin.

Men nú er eisini tann túrurin avlýstur.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at tað merkir, at eini 1.300 ferðafólk hjá Atlantsflogi eru strandað í Føroyum, ymstaðni í Danmark og í Íslandi.

Hann sigur frægari veður í morgin so tá verður roynt at fáa viðurskiftini í rættlag aftur.