Einir 1200 føroyingar eru í viðgerð fyri gikt

Hjá teimum allarflestu hjálpir kopi-heilivágur líka væl sum biologiskur heilivágur, sigur landsstýriskvinnan

Áki Bertholdsen
2. juni 2023 kl. 14:09

Tað eru eingi almenn tøl eru fyri, hvussu nógv fólk í Føroyum hava gikt - og tí vita vit heldur ikki, hvussu nógvir føroyingar hava gikt. Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin hevur reist spurningin um gikt í Føroyum. Hann sigur, at eftir teirri umrøðuni, sum er í fjølmiðlunum, bløðir giktøkið og sjúklingar føla seg sleptar uppá fjall. 

Hann sigur, at tað er staðfest, at biologiskur heilivágur hjálpir hjá teimum flestu, har annar heilivágur ikki hjálpir. Haraftrat er vandi fyri, at sjúklingar, sum ikki fáa heilivág ið hjálpir, verða teir fyritíðarpensiónistur.

– Tað er óskiljandi, at hesin heilivágur, sum av álvara kann hjálpa sjúklingum, verður spardur burtur. Talan er ofta um fólk, sum eru tvingað til at liva við pínu og øðrum árinum av hesi herviligu, varandi sjúku, sigur Jacob Vestergaard

Margit Stórá sigur, at vit hava einki fullfíggjað yvirlit yvir, hvussu nógvir føroyingar hava gikt. Men hon sigur, at tað eru 1.200 fólk, sum eru í viðgerð í sjúkrahúsverkinum fyri gikt. 

Hetta merkir samstundis, at tað eru ikki øll sum hava gikt, ið eru við í tølunum. Eitt nú eru tey, sum hava liðagikt ikki við í uppgerðini. Sjúklingar við liðagikt fáa tablettviðgerð og teir eru ikki beinleiðis knýttir at Sjúkrahúsverkinum og tí eru teir ikki við í tølunum. 

Margit Stórá sigur, at hon vil virka fyri, at vit fáa betri hagtøl fyri gikt, soleiðis at støðan í Føroyum kann samanberast við onnur lond.

Margit Stórá sigur, at biosimilerur heilivágur hevur víst seg at vera líka góður sum biologiskur heilivágur. Biosimilerur heilivágur eru kopi av biologiskum heilivági.

Í Danmark, eru tískil tey allarflestu skift yvir til tann biosimilera heilivágin, tí hann er munandi bíligari.

Tað er soleiðis, at tá patentið upp á tann upprunaliga, biologiska heilivágin fyri gikt, gongur út, kunnu aðrar heilivágsfyritøkur gera sama slag heilivág, sum verður kallaður biosimilerur heilivágur.

Sambært Sjúkrahúsverkinum kosta tey kanska bara 10 prosent av tí, tann upprunaligi heilivágurin kostaði.

Fyri tey allarflestu hevur tað eingi hjáárin at skifta yvir til biosimileran heilivág og tað vísa royndirnar í Føroyum eisini, sigur Margit Stórá.

Tað eru bara nakrir heilt fáir sjúklingar, sum merkja nakran mun og har tann biosimileri heilivágurin ikki hjálpir líka væl, sum tann upprunaligi biologiski heilivágurin.

Í sjúkrahúsverkinum eru tey greið yvir, at tað eru nøkur sum ikki føla seg heilt trygg við at skifta heilivág. Men læknarnir fylgja við at tann biosimileri heilivágurin hjálpir. 

Hjálpir hann ikki líka væl, verður ein roynd gjørd afturat tí ofta er tað nokk, bara at gera onkrar smáar tillagingar, so vísir tað seg, at hann hjálpir líka væl sum biologiski heilivágurin.

– Leggjast skal afturat, at læknarnir hava skyldu at boða danska Lægemiddelstyrelsen frá øllum hjáárinum tey fyrstu tvey árini, eftir at nýggjur heilvágur er komin á marknaðin. 

Eisini sjúklingar kunnu boða Lægemiddelstyrelsen frá hjáárinum, sigur Margit Stórá.