Einki Dreymaland á hesum sinni

Silvaland bleiv ikki skift út við Dreymaland, tá KÍ fall í Dublin

Sigurjón Einarsson
1. oktober 2020 kl. 21:53

Dundalk – KÍ 3-1 (1-0)

Dreymalandið og Europa League-bólkspælið glapp klaksvíkingum av hondum í Dublin í kvøld, men vit fara at minnast aftur á hendan gylta møguleikan, tá KÍ kom í play-off og var nær við eitt evropeisk bólkaspæl.

Bæði liðini byrjaðu dystin sera varliga, men við lítlari yvirvág til írska liðið, ið kom til nakrar hálvar málmøguleikar. KÍ kom ikki til nakran nevniverdan málkjans. Og tí var tað eisini í tráð við leikgongdina, at Dundalk legði seg á odda, tá innlegg úr høgru síðu fann fyrrverandi liðfelagan hjá Viljormi Davidsen í Vejle, Sean Murray, tá 33 minuttir vóru leiktir.

Málið virkaði til at geva írum sjálvsálit og teir fingu meira ró yvir spælið, meðan KÍ leitaði eftir hugskotum, hvussu dysturin nú skuldi leikast.

1-0 í hálvleikinum og Mikkjal Thomassen og hansara menn høvdu nógv at tosa um í steðginum.

Mótbrekkan størri

KÍ fekk eina marrubyrjan uppá seinna hálvleik, tá Dundalk, longu í triðja minutti, legði seg á odda 2-0 eftir hornaspark, sum Daniel Cleary smekkaði í málið. Kristian Joensen sá heldur óheppin út, tá hann kom skeivt út til bóltin.

Eftir málið legði Dundalk seg longur aftur á vøllin, og lat tað vera upp til KÍ at skapa dystin. KÍ kom longur fram á vøllin og trýsti írar, og tað gav eisini úrslit, tá Ole Erik Midtskogen smekkaði bóltin í írska málið miðskeiðis í seinna hálvleiki.

KÍ helt áfram at trýsta og vóru heilt nær við til tíðir, men tá nógv verður lagt fyri at fáa mál, kann hitt liðið dúva uppá mótálop. KÍ spældi seg til ein stóran málmøguleika, men fingu ikki mál. Tá seinna bylgja skuldi setast inn, vunnu írar bóltin á miðjum vølli og fóru í mótálop, sum Daniel Kelly skoraði til endaliga úrslitið 3-1.

KÍ-ævintýrið er endað fyri hesuferð, men søgan um ársins luttøku hjá KÍ í evropeiskum fótbólti, er avgjørt ein av teimum mest positivu fótbóltssøgum kring heimin í ár.