Ongi úrslit

Einki land stendur einsamalt við hesum avbjóðingum

Í einum heimi, sum broytist skjótt, er samstarv millum vísindi, vinnu og myndugleikar týdningarmiklari enn nakrantíð

© Mynd: (c) NordForsk/Marianne Knudsen
gransking.fo
4 tímar síðan

Í gjár, 8. juni hevði NordForsk verkstovu fyri granskarum og øðrum, sum eru partur av granskingarskránni "Burðardygg fiskiveiða úr sunnum havi".

Gott 20 fólk hittust í Norðurlandahúsinum, har Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í granskingarmálum, beyð vælkomin og helt røðu. Hann segði millum annað:

- Føroyar liggja strategiskt mitt í Norðuratlantshavi, umgyrdar av ríkum marinum vistfrøðiskipanum, og havið hevur myndað søgu okkara og samleika. Í øldir hevur lívið her verið treytað av sjónum. Fiskivinnan er ikki bara ein vinna hjá okkum; hon er ein partur av mentan okkara, búskapi okkara og gerandisdegnum. Júst vegna hetta neyva sambandið við havið skilja vit bæði møguleikarnar og ábyrgdina, sum fylgja við at umsita havtilfeingið á skynsaman og burðardyggan hátt.

- Í einum heimi, sum broytist skjótt, er samstarv millum vísindi, vinnu og myndugleikar týdningarmiklari enn nakrantíð.

- Samstundis kann einki einstakt land loysa hesar avbjóðingar einsamalt. Norðuratlantshavið er eitt felags havøki, og framtíð tess er treytað av sterkum altjóða samstarvi, opnum samskifti og álítandi samstarvsbondum tvørtur um landamørk.

Endamálið við verkstovuni var at geva umboðum fyri tær fýra verkætlanirnar í skránni høvi at kunna um fyribils úrslit og skifta orð um avbjóðingar, umskarandi evni og næstu stigini. Eisini vóru fleiri framløgur á skránni. 

Verkstovan heldur fram í dag við vitjan á Vónini í Fuglafirði og hjá JFK í Klaksvík.

Øll røðan hjá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni, kann lesast her   

Kunning um hesa granskingarskránna og verkætlanirnar er á nordforsk.no og á gransking.fo 

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Ávara ímóti piparkornum tí heilsuskaðilig evni eru í teimum

3. juni kl. 10:55

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

3. juni kl. 18:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25