Eitt 27-ára gamalt tíðarskeið endar: Internet Explorer-brovsarin verður sløktur í morgin

Slóðbrótandi brovsarin hjá Microsoft, Internet Explorer, sløkkir í morgin, sum harvið endar sína drúgva tænastu, ið vardi í 27 ár

(Mynd: Bloomberg)
Sigurjón Einarsson
14. juni 2022 kl. 16:06

Eitt drúgt tíðarskeið endar í morgin, tí tá sløkkir Internet Explorer-brovsarin, eftir at tað, afturi í 1995, var tann innbygdi brovsarin til Windows 95.

Microsoft hevur tikið Microsoft Edge-brovsaran í brúk fyri einari tíð síðan, men hóast tað, so hevur Internet Explorer verið ein nógv brúktur brovsari millum manna.

Í 2015 boðaði Microsoft eisini frá, at felagið fór ikki longur at viðlíkahalda kagan frá 1995, og í morgin – 15. juni – verður Internet Explorer endaliga sløktur.

Fyri tveimum árum síðan mælti Dátueftirlitið eisini fólki frá at nýta Internet Explorer. Hetta, tí at trupulleikar eru við trygdini. Mælt varð tá til at nýta aðrar kagar. Heilt ítøkiliga merkti tað, at teldusníkar og illviljaðar heimasíður høvdu lætt við at smitta tína teldu við telduvirusum og øðrum, ið kundi stjala týdningarmiklar upplýsingar frá fólki.

Hóast tey flestu hava funnið sær nýggjar brovsarar at brúka, heldur enn Internet Explorer, so eru tað mong, ið biðja gamla kaganum farvæl. Her eru nøkur twitterboð: