Eitt fólk fingið báðar koppsetingar

Nú hava samanlagt 3299 føroyingar fingið fyrsta prikið, men verður hugt eftir listanum yvir, hvussu nógv eru blivin koppsett fyri Covid-19, so sæst, at eitt fólk hevur fingið seinna prikið, men tað hevur sínar orsøkir

Sigurjón Einarsson
28. januar 2021 kl. 12:40

Í gjár koppsettu starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum búfólk á ellis- og røktarheimum á Skálafjørðinum og í Havn. Tilsamans 227 fólk fingu fyrsta prikið í gjár. Nú eru mest sum øll búfólk á eldraøkinum koppsett.

Samanlagt høvdu 3299 fólk fingið fyrra prikið í gjár. Tað svarar til 6,2 prosent av øllum føroyingum. Verður hugt eftir listanum inni á corona.fo sæst, at eitt fólk í heilsuverkinum hevur fingið báðar koppsetingarnar, men tað hevur sínar orsøkir.

- Tá vit vóru og koppsettu úti á einum bústovni herfyri, komu vit í ta serligu støðu, at ein skamtur leyp av, tá eitt av búfólkunum gjørdist illa fyri og helt seg aftur, tá viðkomandi skuldi koppsetast. Tí varð avgjørt, at eitt av starvsfólkunum skuldi fáa hendan skamtin, so hon ikki fór til spillis, sigur Fróði Jacobsen, samskiftisfólk á Landssjúkrahúsinum.

- Tað er vanlig mannagongd, at fólk ikki verða koppsett, um tey kenna seg illa ella eru sjúk, og tað var hetta, ið gjørdi seg galdandi í hesum førinum, greiðir Fróði frá.  

Í dag verður hildið fram við at koppseta. Eftir koppsetingina í dag, so hava umleið 4000 føroyingar fingið fyrru koppsettingina fyri koronu.

Danska heilsustýrið mælir til, at lata tað ganga upp í seks vikur millum fyrsta og annað prik av koronavaksinuni, tí er ætlanin at fara í holt við at geva seinna prikið tann 5. februar, sambært Fróða Jacobsen. 

Eingin smittutilburður staðfestur í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í gjár vórðu 506 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 220.166 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 654 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 645 persónar staðfestir frískir aftur.

Átta persónar er smittaðir í løtuni, harav er eitt fólk innlagt á Landssjúkrahúsinum í samband við koronusmittu.

Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.