Eitt nýtt slag av hesum er nú loyvt at selja í Føroyum

Orkudrykkurin, Prime, hevur verið nógv umrøddur, men higartil hevur tað verið bannað at selja tað í Føroyum

Áki Bertholdsen
6. september 2023 kl. 10:39

Orkudrykkurin, Prime, hevur verið nógv umrøddur seinastu tíðina og nú er okkurt av hesum drykkinum Prime eisini lýst til sølu í Føroyum.

Fyrr í ár varð Prime annars bannað í Danmark tí í einum slagi var ov nógv koffein í, og í einum øðrum slagi vóru A-vitaminur í, og tað er heldur ikki loyvt.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at tað eru tvey sløg av Prime at fáa, ein orkudrykkur og ein leskidrykkur: Talan er um Prime Energy, ið hevur ov koffein í og tí varð tað bannað í Danmark.

Talan er eisini um Prime Hydration, sum hevur A-vitamin, men tað er ikki loyvt at selja í Danmark og tí varð tað bannað.

Men nú er eitt nýtt slag av Prime Hydration komið á marknaðin og tað er loyvt at selja í Danmark, tí har eru ongar A-vitaminur í.

Mett verður, at eta fólk vanligan mat, fáa tey ríkiligt av A-vitaminum, eitt nú eru nógva A-vitaminur í gularótum og livradeiggi.

– Fáa fólk ov nógv av A-vitaminum í longri tíð, kann tað vera skaðiligt fyri livrina, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur seg til danskar reglur á hesum økinum - og sostatt er tað eisini loyvt at selja hetta nýggja slagið av av Prime Hydration, við ongum A-vitaminum, í Føroyum.

Men í orkudrykkinum, Prime Energy, er framvegis ov nógv koffein í, tí er tað framvegis ikki loyvt at selja tað í Føroyum.

Men sum heild mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá, at børn drekka orkudrykkir yvirhøvur.