Ongi úrslit

Eitt ólógligt prutl og tveir vindskaðar

Løgreglan hevur havt eitt friðarligt samdøgur

Áki Bertholdsen
6. mars 2025 kl. 08:01

Hetta seinasta samdøgurið hevur løgreglan ikki havt nógv at gera. Í gjár var eitt prutl tikið í Klaksvík tí tað var útborað. Talan var um eitt lítið prutl, sum hevur loyvi at koyra 30, men hetta prutlið koyrdi 65.

Løgreglan sigur, at pláturnar vórðu tiknar av tí, og eigarin fær ikki pláturnar aftur fyrr enn prutlið er sýnað á Akstovuni og tað er staðfest at tað er í lógligum standi.

Førarin missur eisini koyrikortið treytað og má sostatt taka tað um aftu - og oman á alt, verða foreldrini eisini kunnað tí hann er undir 18 ár.

Tað var rættiligur stormur í gjár, men løgreglan sigur, at tey fingu bara tvær fráboðanir um vindskaðar.

Í báðum førum var talan um tekjur, sum rivu á einum úthúsi, annað var í á Trongisvági og hitt var í Hósvík. Í báðum førum fingu bjarginarliðini boðini og tey tóku sær av tí.

Á Sjógøtu á Tvøroyri varnaðist løgreglan, at olja var á vegnum. Tey fylgdu sporinum heilt út á eitt bilaverkstað í Froðba. Tað vísti seg, at vera ein persónbilur, sum lak olju, men talan var um so lítið, at átaksleiðarin metti, at tað fór at regna burtur av sær sjálvum . og meiri verður ikki gjørt við tað.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

Í gjár kl. 11:41

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Nú skulu vit hava okkara egna tignarmerki at heiðra úrmælingar við

28. apríl kl. 09:14