Eivør hevur vunnið Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021

– Hon er ein djørv og forvitin listakvinna, sum hevur eitt gott samband við sínar áhoyrarar við einum merkisverdum lættleika, og sum orðber ta menniskjaligu síðuna hjá okkum øllum við bæði tign og yndi. Hetta vóru nøkur av føgru orðunum, nú Eivør Pálsdóttir í kvøld hevur vunnið norðurlendsku tónleikavirðislønina 2021

Sigurjón Einarsson
2. november 2021 kl. 20:53

Eivør Pálsdóttir hevur í kvøld vunnið Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri sítt ótroyttiliga arbeiðið seinnu árini, ið hevur sett Føroyar á landskortið, og fyri at brúka sín tónleikaarv og sítt móðurmál í tónleiki sínum.

Jú, lovorðini vóru nógv, nú Eivør Pálsdóttir í kvøld hevur vunnið Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Tað var dirigenturin og komponisturin Philip Faber, ið handaði Eivøri virðislønina í Skuespilhuset í Keypmannahavn í kvøld, sum annað hvørt ár verður handað til eitt verk hjá einum núlivandi komponisti, og annað hvørt ár (sum í ár, red.) verður virðislønin givin til eitt ljómlið ella eitt listafólk.

Grundgevingin hjá dómsnevndini:

“Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021 fer til Eivør Pálsdóttir frá Føroyum. Eivør Pálsdóttir hevur skapt sær eina framúr yrkisleið, síðani hon, næstan flogbúgvin, kom fram á føroyska tónleikapallin fyri fyrstu ferð. Hon er ein gudaborin tónleikari við einari vakrari sangrødd og er ein frálíkur gittarleikari. Við síni alfevnandi nærveru á pallinum, hevur hon bergtikið tónleikaelskarar kring allan heimin.

Ótroyttiliga arbeiðsorkan hjá Eivøri seinnu árini hevur sett fokus á hennara heimland, og hon arbeiðir umhugsin við sínum tónleikaarvi og sínum móðurmáli í tónleiki sínum. Eivør Pálsdóttir er ein sonn “norðurlendsk” listakvinna, men samstundis hevur hon megnað at sligið sítt navn fast sum ein altjóða poppstjørna, ið ferðast kring heimin við sínum eyðkenda tónleikasýning. Hon er ein djørv og forvitin listakvinna, sum hevur eitt gott samband við sínar áhoyrarar við einum merkisverdum lættleika, og sum orðber ta menniskjaligu síðuna hjá okkum øllum við bæði tign og yndi. Hetta vóru føgru orðini, nú Eivør júst hevur vunnið norðurlendsku tónleikavirðislønina 2021, skrivar dómsnevndin millum annað í grundgevingini, hví Eivør skuldi vinna Tónleikavirðislønina Norðurlandaráðsins anno 2021.

Umframt heiðurin, er virðislønin ein upphædd á 300.000 danskar krónur.