Eldraøkið skal loysast og mennast

Nógv fokus er á eldraøkinum, og tað er heilt greitt at hettar er eitt mál sum eigur at takast upp í komandi býráðsetu. Tað er púra greitt at okkurt má gerðast á hesum økinum, soleiðis at starvsfólk og okkara eldri borgarar fáa tað virðing tey hava uppiborið.

Dánial Hansen
3. november 2020 kl. 12:00

Vit hoyra leiðara koma við hjartasuffum, og vit hoyra starvsfólk suffa um at hvussu tungur og strævin arbeiðsdagurin er, eisini hoyra vit frá búfólkinum, um hvussu nógv starvsfólkini renna runt á stovninum, fyri at klára tær uppgávur sum teimum er álagt.

Alt hettar vísur at okkurt má og skal broytast. Loysnin er kanska ikki tann lættasta at finna, men tað er neyðugt at loysa trupulleikan, soleiðis at bæði starvsfólkini fáa góðar og betri arbeiðsumstøður, neyðugt er at bøta um trivnaðan á arbeiðsplássunum, soleiðis at vit hava glað og nøgd starvsfólk kring okkara eldri borgarum. Hettar skylda vit bæði starvfólki og búfólkinum, ongin ivi um tað.

Tosað hevur verið um normering, meir normering til eldraøkið. Tvs at meira tímar og tíð til starvsfólk, soleiðis at arbeiðsbyrðan gerst lættari og betri. Eisini hevur verið tosað um eina nýggja vaktarskipan, sum kann gagna starvsfólki. Alt hettar er skilagott, og eigur at verða loyst.

Tað hevur stóran týdning at vit saman finna loysnir, og verið eg valdur inn í Tórshavnar kommunu, so fari eg at arbeiða fyri at vit saman finna góðar og haldbarar loysnir, sum kann tæna bæði starvsfólki og búfólki.

Vinnan fíggjar vælferðina:

Nógv er hóast alt tosað um pengar og eykajáttan osv til eldraøkið, og tí mugu vit ikki gloyma hvar pengarnir koma frá, sum skulu fíggja meirkostnaðin av eldraøkinum. Tí er neyðugt at vit framhaldandi styrkja okkara vinnulív, soleiðis at vælferðin í Tórshavnar kommunu kann fíggjast. Ein góð eg sterk vinna, gevur okkum eina góða og sterka kommunu. So vinnan skal raðfestast, soleiðis at vit hava rá og pengar til at økja um tænasturnar til eldraøkið.

Eg ynski at ávirka, og mítt høvuðshjartamál er at verða eitt gott umboð fyri allar borgarar í Tórshavnar kommunu.

Set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin.