Eldur í bygningi hjá KJ við Ljósá

- Vit hava stongt vegin til Eiðis og vit heita á fólk um at halda seg burtur frá økinum við Ljósá, sigur løgreglan í sambandi við eldsbrunan við Ljósá, har eldur er í virkisbygningum hjá KJ Hydraulik við Ljósá

Sveinur Tróndarson
9. august 2022 kl. 19:05

Klokkan var umleið hálvgum seks í kvøld, tá løgreglan fekk boð um, at eldur var í virkisbygninginum, sum KJ Hydraulik eigur við Ljósá.

Talan er um gomlu smiðjuna, sum Heðin Poulsen fyrr átti, nú eigur KJ Hydraulik bygninginum, sum millum annað verður brúktur til at goyma plastrør, sum verða brúkt til alivinnuna.

Vaktleiðarin á støðini í Havn hevur enn onga frágreiðing um, hví eldur kom í, tað er alt ov stutt fráliðið, men av tí at nógv plastrør liggja inni í bygninginum er nógvur roykur, sum kann vera vandamikil, hevur løgreglan gjørt av at binda um heilan fingur og flyta fólk burtur úr økinum.

Upptøkurnar eru frá Facebook-síðuni hjá Rose's Cafe Restaurant & Catering 

- Tey, sum búgva nærhendis eru flutt burtur, tí vandi kann vera fyri eitring, og so hava vit stongt vegin til Eiðis fram við Ljósá, sigur vaktleiðarin.

Tað merkir, at skulu fólk til Eiðis, so mugu tey um skarðið, og har er eingin slingur í valsinum, skilst á vaktleiðaranum.

- Vit vilja við hesum heita á fólk um at halda seg burtur frá økinum við Ljósá, tí tað sum kann vera vandi fyri eitring, sigur vaktleiðarin.

Einki fólk var í bygninginum, tá løgreglan fekk fráboðanina um eldsbrunan, og løgreglan hevur sum sagt onga hóming av, hvør orsøkin til eldsbrunan er.

- Sløkkiliðið hevur ikki sløkt eldin, so, nei, tað vita vit ikki, sigur vaktleiðarin á støðini í Havn.

Tað sær eitt sindur ógvusligt út, at bæði sløkkilið, løgregla og sjúkrabilur verða send á staðið, men sambært vaktleiðaranum er tað fyri at vera fyrivarin.

- Tá boðini koma vit vit ikki, um fólk eru inni, sum hava brúk fyri hjálp, ella um fólk eru í grannalagnum, sum hava brúk fyri hjálp. Tí senda vit alla styrkina avstað, so eingin ivi er um at vit kunnu hjálpa um tað er neyðugt, sigur vaktleiðarin.