Eldur í gamla Næraberg

Uttanfyri Móritania sendi gamli Næraberg boð um neyðarhjálp, av tí at eldur var umborð á skipinum. Ein tíma seinni vóru trý skip á staðnum. Tey trý skipini Pilot Whale, Marshal Krylov og RTMK-C Simonas Daukantas, hjálptu til við at flyta manningina av skipinum.

Kristian Waag Dam
3. juni 2022 kl. 09:40

Fyrr í vikuni var eldur í gamla Næraberg, sum í fjør varð seldur av landinum til eitt felag í Warszawa í Póllandi fyri 110,7 mió.kr. Trolarin eitur nú Alina.

Tá fyrrverandi føroyski trolarin silgdi uttanfyri strondina í Móritania, sum liggur norðurlaga á vestursíðuni av Afrika, sendi manningin umborð á bátinum brádliga boð um neyðhjálp.

Ein tíma aftaná vóru trý skip á staðnum. Tey trý skipini Pilot Whale, Marshal Krylov and a little later RTMK-C Simonas Daukantas, hjálptu til við at flyta manningina av skipinum. Eitt móritanskt herskip hjálpti til við at flyta tann síðsta partin av manningini umborð. Sambært einum vitni á staðnum, so hevur ongin av manningini, sum var flutt av skipinum, fingið skaða.

Sambært einum av manningin umborð, so hevði tað verið trupult at sløkt eldin, men nú gekk tað væl at sløkkja eldin.

P/f Næraberg í Klaksvík átti Næraberg.

Næraberg er bygdur í 1990 og kom til Føroya í 2014.

Kelda: FishFacts og Russia Posten