

Eldur kom í broyt - varð skjótt sløktur
Tey hava eisini eina ábending um, hví eldur kom í
Áki Bertholdsen
1. februar 2025 kl. 09:50
Seinnapartin í gjár varð ringt at boða frá, at eldur var í eini broyt, sum stóð við grótrúgvuna beint norðan fyri Hvalbiartunlinum, har grótið úr nýggja tunlinum er lagt.
Løgreglan sigur, at sløkkiliðið varð boðsent, og tað gekk skjótt at sløkkja tí átaksleiðarin kláraði tað sjálvur við einum eldsløkkjara.
Broytin hevði verið í gongd beint frammanundan, so førarin var ikki í henni tá ið eldur kom í. Løgreglan sigur, at helst er eldurin kyknaður í eini sikringsboks beint aftan fyri setrið, og húsið er brent rættiliga illa.