Elias Ellefsen á Skipagøtu nýggjur ambassadørur fyri Eydnudeildina

Eydnudeild Føroyar hevur fingið ein nýggja ambassadør. Tað er eingin annar enn føroyska stjørnuskotið í hondbólti, Elias Ellefsen á Skipagøtu

Sigurjón Einarsson
21. juli 2021 kl. 10:04

Hann fintaði ukrainsku verjuna á reyvina fleiri ferðir afturi í mars mánað. Hann hevur júst vunnið svenska meistaraheitið við IK Sävehof, men nú hevur Eydnudeild Føroyar fingið ein ordans fong, tí í uppslagi á Facebook kunngerð Eydnudeild Føroyar, at Elias Ellefsen á Skipagøtu er nýggjur ambassadørur fyri felagið.

Fyrsta uppgávan hjá Eliasi sum ambassadørur fyri Eydnudeildina var at kunngerða nýggja eydnudjórið fyri Eydnudeildina.  

Eydnudeildin skrivar í uppslagi á Facebook, at eydnudjórið manglar eitt navn, tí ber tað til at koma við sínum uppskoti til, hvat eydnudjórið skal eita. Tað kanst tú gera her.

Her er eitt fitt videobrot, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu vísti nýggja eydnudjórið fram:

Og skulu vit ikki líka síggja Elias finta ukrainsku verjuna aftur? Haldi tað...