Elias fer nú at spæla við AB

Fyrrverandi miðvallari hjá EB/Streymi, sum er uppvaksin í Danmark, fer nú at spæla við AB

Jóannes Hansen
28. november 2023 kl. 20:33

Argja Bóltfelag boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við nýggjan spælara.

Taan er um Elias Gilstón El Moustage. Sáttmálin er galdandi fyri 2024.

22 ára gamli Elias er ein orkuríkur miðvallari við góðum teknikki, ið vit meta sum ein spælara, sum fer at styrkja okkara lið.

Miðvallarin er uppvaksin í Danmark og hevur foreldur úr ávikavist Føroyum og Marokko. Elias spældi við EB/Streymi í 2021 og 22, og hann hevur spælt 30 landsdystir við føroyskum ungdómslandsliðum.

Sambært faroesoccer.com hevur Elias El Moustage spælt 42 dystir í Betri Deildini og skorað tvey mál.

Seinasta árið hevur Elias hildið ein steðg frá fótbólti orsakað av skaða í handliðnum, men nú er hann somikið birgur, at hann er klárur til kappingarárið 2024, har hann verður at síggja í ljósabláu AB-blusuni við nummar 8 á rygginum.

AB gleðist um fyrstu tilgongdina og ynskir Eliasi hjartaliga vælkomnum og blíðan byr í felagnum, skrivar AB í kvøld. AB flutti í heyst niður úr bestu deildini, og takið í 2024 verður at endurvinna plássið í bestu deildini.