Elias og Kiel mistu á stokkinum

Føroyski landsliðsspælarin skoraði eitt mál í javnleikinum í Aalborg

Jóannes Hansen
22. november 2023 kl. 19:18

Fyri einari lítlari viku síðani heilkiksaði tað hjá TWH Kiel og Elias Ellefsen á Skipagøtu í europeisku meistarakappingini. Tá vann danska Aalborg Håndbold í Kiel.

Í kvøld hittust hesi bæði stórfeløgini aftur. Hetta var dystur um fyrsta plássið í bólkinum. Undan dystinum hevði THW Kiel 10 stig og Aalborg Håndbold 9 stig.

Avrikið hjá THW Kiel var leingi heilt øðrvísi í kvøld, og hálvleiksstøðan var 17-13 til THW Kiel.

Elias Ellefsen á Skipagøtu var á spælaralistanum hjá týska felagnum, men hann var ikki nógv á vøllinum. Hann var fyri tað mesta á beinkinum, men tíggju minuttir undan dystarloki var hann á vøllinum fyri at avgreiða brotskast, og hann skoraði.

Tá ið Aalborg Håndbold síðstu løtuna vardi frammarlaga, varð Elias settur á vøllin fyri at skipa álopsspælið í 7 móti 6. Tað bleiv heilt spennandi, tá ið Aalborg Håndbold minkaði um munin frá 27-21 og til 27-26, og so var Elias óheppin, tá ið hann royndi at spæla viðspælara leysan, og Aalborg javnaði so til 27-27.

Í næsta álopi var tað kroatiska heimsstjørnan Domagoj Duvnjak, sum avloysti Elias Ellefsen á Skipagøtu. Tá vann THW Kiel brotskast, sum varð misnýtt, og hálvan minutt undan leikloki vann Aalborg Håndbold brotskast, sum Mikkel Hansen misnýtti, og so endaði tað 27-27.