Elon Musk er fríkendur í sakarmáli um uppslag á Twitter viðvíkjandi Tesla

Nevningating í rættinum í San Francisco hevur avgjørt, at Tesla stjórin ikki hevur ábyrgdina í máli um svik á keypskálanum

Ragnar Sjúrðarson
4. februar 2023 kl. 08:10

Sakarmálið, sum hevur verið í San Fransisco, snýr seg um eitt tweet har Musk skrivaði, at hann umhugsaði at strika elbilafyritøkuna Tesla av keypskálanum fyri 420 dollarar fyri hvørt partabræv.

Boðini elvdu til stór sveiggj í partabrævaprísinum fyri Tesla á keypskálanum, sum kostaði partaeigarunum nógvar pengar. Fleiri hava tí ákært Elon Musk, og kravt milliardir av dollarum í endurgjaldskravi, skrivar danska TV2.

Musk var skjótur at koma við eini viðmerking til avgerðina sum fall fríggjadagin amerikanska tíð.

- Gud havi lov hevur fólksins vísdómur sigra, sigur hann.

Nevningarnir brúktu tveir tímar upp á at umráða seg áðrenn komið var til eina niðurstøðu.