Elon Musk er nú heimsins ríkasti

Musk hevur nú eina ogn á 1182 milliardir krónur

Ari av Rana
8. januar 2021 kl. 09:40

Elon Musk hevur tikið eitt risa lop á listanum yvir heimsins ríkastu persónar. Í byrjanini av 2020 var Musk nummar 35 á listanum. Nú er hann ovast.

Ognin hjá Musk ljóðar nú á 1182 milliardir krónur ella 195 milliardir dollarar. Musk eigur nú 10 milliardir dollarar meira enn Jeff Bezos, sum er nummar tvey á listanum. Jeff Bezos er eigarin av Amazon.

Bara í gjár vaks vognin hjá Elon Musk við heili 13,6 milliardir dollarar, millum annað tí at partabrævið hjá Tesla vaks við 8 prosentum, skrivar danska heimasíðan finans.dk.

Virðisbrævið hjá Tesla er ein av høvuðsorsøkunum, til at virðið hjá Musk er vaksið so nógv seinasta árið. Virðisbrævið vaks við 743 prosentum í 2020.

Samstundis sum at Elon Musk gjørdist heimsins ríkasti maður, gjørdist Telsa eisini fyri fyrstu virðismiklari enn Facebook. Tesla hevur eitt viðri á 773,5 milliardir dollarar, meðan Facebook er vert 646 milliardir dollarar.