Elon Musk størsti partaeigari í Twitter

Elon Musk er nú størsti partaeigari í Twitter, eftir at hann fríggjadagin keypti partabrøv fyri 2,9 milliardir dollarar

Elon Musk. Mynd: EPA
Steinar Patursson
4. apríl 2022 kl. 16:13

Ríkmaðurin Elon Musk eigur nú yvir tríggjar milliardir dollarar í partabrøvum í Twitter, og hann er sambært útlendskum miðlum størsti partaeigari í felagnum við 9,2 prosentum av partabrøvunum.

Elon Musk, sum frammanundan er stjóri í Tesla og SpaceX, keypti fríggjadagin partabrøv fyri 2,89 milliardir dollarar, og keypið hevði við sær, at áðrenn virðisbrævaskálin lat upp í morgun, var virðið á Twitter virðisbrøvunum økt við 26 prosentum. Hetta hevði samstundis við sær, at virðið á partabrøvunum hjá Elon Musk fór upp á 3,6 milliardir dollarar.

Elon Musk, sum er aktivur Twitter brúkari, eigur nú fýra ferðir so nógv partabrøv í Twitter sum fyrrverandi stjórin og stovnarin, Jack Dorsey.

Musk hevur áður sýnt áhuga fyri at seta á stovn egnan sosialan miðil, og í farna mánaði spurdi hann fylgjarar sínar á Twitter, um Twitter livdi upp til prinsippini um talufrælsi.

- Talufrælsi er grundleggjandi fyri virkandi demokratii. Heldur tú, at Twitter fylgir hesum prinsippum?

- Er tørvur á einum nýggjum palli, spurdi Musk síðani.