El-rennihjólini: - Løgreglan ger bara tað sum hon skal

Michael Boolsen, fúti, tekur dómin í Eystara landsrætti til eftirtektar og gevur Hopp í Tórshavn síni el-rennihjól aftur. Hann heldur kortini ikki, at løgreglan kundi havt gjørt nakað annað enn tað, sum Akstovan, ið er myndugleiki á økinum, segði at løgreglan skuldi gera

Sveinur Tróndarson
29. januar 2022 kl. 11:34

- Vit hava ikki førleikarnar at seta spurnartekn við avgerðirnar hjá Akstovuni. So tá hon sigur, at talan er um pocket bikes og ikki el-rennihjól, so er tað tí vit arbeiða eftir. Tí konfiskeraðu vit rennihjólini síðsta summar.

Tað sigur Michael Boolsen, fúti, tá dimma.fo spyr, hví løgreglan í fjør ikki setti spurnartekn við avgerðina hjá Akstovuni um at talan var um pocket bikes og ikki el-rennihjól. Fimm ár frammanundan, í 2016, var niðurstøðan hjá Akstovuni júst tann øvuta. Tá var eitt rennihjól, júst sum hesi hjá Hopp, definerað sum eitt rennihjól, og tí fekk eigarin tað ígjøgnum tollin.

Hopp fekk gaman í síni inn í landi, men tá tey vóru sett út á gøtuna, so kundar kundu leiga tey, vórðu tey tikin, tí Akstovan brádliga broytti avgerð.

Áttu tit ikki at sett spurnartekn við ta broytingina?

- Nei, tað haldi eg ikki. Ein myndugleiki kann broyta eina avgerð, og tað er ikki okkara uppgáva at fara inn at eftirmeta ta avgerðina, sigur Michael Boolsen.

Spurdur, hvat nú fer at henda sigur hann, at Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson nú sjálvandi fær síni el-rennihjól aftur.

- Vit hava tey, tí vit hava tikið tey inn, sum vit skuldu, men nú hevur rætturin sagt, at tað høvdu vit ikki rætt til, og so halda vit okkum til tað og geva honum rennihjólini aftur. Tey standa jú bara og taka pláss hjá okkum, sigur fútin.

Í úrskurði sínum legði Eystari landsrættur dent á, at støða í hesum dómi ikki er tikin til, um tað er loyvt at brúka rennihjólini. Tað má myndugleikin taka støðu til, og har hevur trygdin týdning.

- Tað hevur nógv við ferðslutrygd at gera, tí sjálvt um tey ikki koyra so skjótt, so kann tað vera vandamikið at brúka slík rennihjól. Tí hava myndugleikar aðrastaðni sett avmarkingar á nær tey kunnu brúkast og av hvørjum, sigur Michael Boolsen.

Men tað er loyvt at brúka tey, til dømis í Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi, Fraklandi og Spania. Hví so ikki her?

- Tað fari eg ikki at taka støðu til. Ta avgerðina eigur myndugleikin einsamallur. Myndugleikin hevur eisini í ferðslulógini heimild til at siga, at rennihjólini vera bólkað sum pocket bikes og at tey tí ikki eru loyvd á vegunum, men tað hevur man higartil valt ikki at gera. Hvørjum tað so endar við, fari eg ikki at gita um, sigur fútin.

Í fyrsta umfari fær Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson tó síni rennihjól aftur, og so má tíðin vísa, hvat síðan fer at henda

Les eisini: El-rennihjólini: Løgreglan konfiskeraði av órøttum