El-rennihjólini: Løgreglan konfiskeraði av órøttum

Við dómi mikudagin ógildaði Eystari landsrættur bæði dómin hjá Føroya rætti og avgerðina hjá løgregluni at leggja hald á tey 50 el-rennihjólini hjá Hopp í Tórshavn, sum vóru konfiskerað síðsta summar. – Eg eri so himmalsfegin um dómin, tí hann sigur, at eg hevði rætt allatíðina, sigur Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson, sum eigur fyritøkuna Hopp

Sveinur Tróndarson
28. januar 2022 kl. 13:10

- Hetta er ein stórur dagur. Ikki bara fyri meg, men so sanniliga eisini fyri Hopp í Tórshavn og fyri grøna ferðavinnu í Føroyum. Løgreglan, Akstovan og Fíggjarmálaráðið vóru á skeivari leið, og myndugleikarnir høvdu ikki heimild til at konfiskera el-rennihjólini.

Tað sigur Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson, sum nú í eitt hálvt ár hevur stríðst móti myndugleikunum í samband við tey 50 el-rennihjólini, sum løgreglan legði hald á seinasta summar.

Málið var í fjør fyri í Føroya rætti, har løgreglan og Akstovan fingu viðhald, men nú málið var fyri í landsrættinum var niðurstøðan ein onnur. Og tað irriterar Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson.

- Eg havi allatíðina víst myndugleikunum á, at tey hava verð á skeivari leið, tí júst niðurstøðan, sum Akstovan kom til í 2016 var orsøkin til, at eg fór undir Hopp í fjør, sigur Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson.

Christian Andreasen, advokatur, hevur umboðað Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson og Hopp, og hann er alt annað enn nøgdur við avrikið hjá politinum.

- Hevði tað so bara verið tað, at myndugleikarnir uttan nakra grundgeving hava broytt definitiónina uppá, hvat ein pocket bike er, so kundi tað verið tað. Men myndugleikarnir hava nú í átta mánaðir havt 50 el-rennihjól í varðveitslu, sum man hevur konfiskerað, tí ein persónur skal hava brotið lógina, men har kemur hvørki nøkur ákæra, ei heldur nøkur skuldseting um nakað sum helst, og hon er heldur ikki komin enn. Tað er ikki nøktandi.

Lesið báðar samrøðurnar, við Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson og Christian Andreasen, í blaðnum, sum nú er í sølubúðunum. Blaðið kann eisini lesast her á heimasíðuni dimma.fo.

Les eisini: Dávid vann á Goliath: Løgreglan hevði ikki loyvi til at taka rennihjólini

Les eisini: Illa arbeitt av løgregluni