Ongi úrslit

Elsta føroyska LP-in 50 ár

Hetta vikuskiftið eru liðin júst hálvthundrað ár síðan fyrsta føroyska LP-plátan við rútmiskum tónleiki kom út. Talan er um...

Innsent
Í gjár kl. 12:44

Hetta vikuskiftið eru liðin júst hálvthundrað ár síðan fyrsta føroyska LP-plátan við rútmiskum tónleiki kom út. Talan er um LP-plátuna hjá best umtókta føroyska poppbólkinum í 60-árunum, Faroe Boys. Tað hevur verið sagt, at plátan kom út stutt undan jólum í 1967, men í Sosialinum 14. februar 1968 lesa vit, at plátan, sum bíðað hevur verið so leingi eftir, fæst til keyps í plátusølubúðunum frá leygardegi 17. februar 1968.

Kringvarpið fer sunnudagin kl. 15.00 at senda eina útvarpssending um hesa ikonisku plátuna - "Appelsingula LP-in".

Faroe Boys slóðaði fyri tí modernaða popptónleikinum í Føroyum. Bólkurin, sum var virkin árini frá 1962 til 1967, var sera væl umtóktur bæði í Føroyum og Íslandi. Teir vóru stórliga fagnaðir á konsertferðum í Íslandi í 1964 og 1966. Har vóru teir skírdir at vera "færeysku beatlarnir". Árini 1964 og 1965 lótu teir tvær singleplátur frá sær, og í 1968 sendu teir fyrstu føroysku popp-LP-plátuna á marknaðin. Hon varð útseld í stundini, men ikki fyrr enn í 2000 gav Tutl tónleikin út á fløgu.

Í røðini "Varðar á leiðini",  sum var at hoyra í útvarpinum veturin 2005/2006, var ein sending um ta appelsingulu LP-ina hjá Faroe Boys. Sendingin, sum var send fyrstu ferð í januar 2006, verður nú endursend.  Í sendingini greiða Robert, Jógvan, Kári, Bjarni og Jógvan Sofus frá, og aðrir bera fram sína hugsan um hesa elstu føroysku LP-plátuna við popptónleiki. 

Suni Merkistein og Pauli Magnussen gjørdu sendingina.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Kvf vitjaði Tórbjørn

Í gjár kl. 18:52