Elsta ungmannafelag í Føroyum 125 ár

Ungmannafelagið Sólarmagn varð stovnað 10. mars 1895. Tað vóru systkinabørnini Sverre Patursson (føddur í 1871) í Kirkjubø og Jóannes Dalsgaard (tá Johannesen, føddur í 1865 í Skálavík) Uppi í Stovu á Velbastað, sum tóku stig til at stovna felagið. Felagið varð stovnað í Kirkjubø og varð tí fyrst kallað Kirkjubøar Kjakfelag

John Dalsgarð
14. mars 2020 kl. 09:11

Hetta elsta ungmannafelag í Føroyum varð sostatt 125 ár týsdagin 10. mars. Ætlanin var at hátíðarhalda dagin við móttøku fyri limum og øðrum innbodnum, men ávaringarnar um covid-19-smittuvandan hava fingið nevndina at útseta hátíðartiltakið til seinni í ár.

Tá ið felagið varð stovnað í Kirkjubø fyri 125 árum síðan, var endamálið – sum tað sæst í sjálvum navninum hjá felagnum – at vera kjakfelag. Á hvørjum fundi skuldi veljast orðstýrari at velja evni at tosa um á næsta fundi. Ein vika var ímillum fundirnar, sum vórðu hildnir sunnudagar kl. 3 seinnapart, aðru hvørja ferð á Velbastað og aðru hvørja ferð í Kirkjubø.

Hugskot til at stovna felag
Í grein í Varðanum 30. bindi frá 1952 greiðir Sverre Patursson frá um “stovnanina av hinum fyrsta frælslynta føroyska ungmannafelagnum.” Hann minnist aftur á ein fagran várdag í 1895, sum enn stendur fyri honum, sum var tað stutt síðan. Hetta var ein “várfagran, stillan og sólglitrandi sunnudag, at ymisk uttanbíggjafólk var komið til gongu til Kirkjubøar.” Millum gestirnar var Rasmus Effersøe. Hann var komin at halda talu um Føringafelag og royndir tess at reisa “okkara forfjónaða og vanvirda móðurmál aftur til æru.”

Talan hjá Rasmusi kveikti hugin hjá báðum systkinabørnunum, Sverra og Jóannesi, at gera okkurt meira við tað, sum Rasmus hevði talað um. Tosið teirra millum á fundinum endaði við, at teir funnu sær náðir á einum loftskamari heima á Garði og fingu sær penn og pappír at skriva eitt blað, sum teir nevndu Hanan. Teir avráddu at skiftast um at lesa upp burtur úr Hananum á køksgáttini til ta stóru roykstovuna, har alt fólkið sat í góðum vertskapi.

Okkurt atfinningarsamt hevur staðið í hesum einasta eintakinum av Hananum, tí mostirin Elsuba hevði av “góðsinni fyri systkinabørnunum báðum” verið so beinasom at tveitt blaðið í ovnin, tí hon vildi bjarga teimum frá at verða koyrdir í brummuna, sum Sverri sigur frá.

Hóast Hanin brann í ovninum, so livdu teir tankar, sum í hann vórðu lagdir, framvegis í huganum á báðum ungu monnunum, sum stutt eftir hetta settu á stovn fyrsta frælslynta føroyska ungmannafelag, sum við stovnanina fekk heitið Kirkjubøar Kjakfelag og seinni sama ár varð kallað Sólarmagn.

Helst er hendingin við Hananum og taluni hjá Rasmus Effersøe farin fram á vári í 1894, árið fyri, sum Sólarmagn varð stovnað.

Ongastaðni í fundarbókunum frá hesi tíðini sæst, hvaðani hugskotið og fyrimyndin at stovna eitt kjakfelag kemur. Einki er tó at ivast í, at hugskotið er úr Noregi, har ungmannafeløg vórðu stovnað á fleiri støðum kring landið, serliga á bygd, longu í 1860 og 1870-árunum. Seinni vórðu fylkisfeløg sett á stovn í Noregi, og í 1896 varð Noregs Ungdomslag sett á stovn og er framvegis virkið felag. Endamálið við hesum feløgum var at upplýsa og kunna ungdómin um tey mál, sum vóru uppi í tíðini, og at eggja til kjak og at arbeiða við mentanarligum spurningum. Harumframt var eitt týdningarmikið mál hjá hesum feløgum at styrkja mentanina úti á bygd, so at bygdirnar betur kundu standa seg í kappingini um ungdómin, sum varð drigin at teirri alsamt vaksandi býarmentanini og teimum øktu møguleikum, ið størru plássini kundu bjóða ungdóminum.


Systkinabørnini Sverre Patursson (h.m.) og Jóannes Dalsgaard tóku í 1895 stig til at stovna Kirkjubøar Kjakfelag, sum seinni bleiv til Ungmannafelagið Sólarmagn. Hetta er elsta ungmannafelag í landinum og varð 125 ár fyrr í vikuni

Kjakevnini
Í fundarbókunum frá teirri fyrstu tíðini hjá Sólarmagni sæst, at talan var ikki beinleiðis um ungdómsmál, ið vórðu tikin til umrøðu og viðgerðar í felagnum. Ístaðin var talan um vanlig gerandismál og so nøkur politisk stórmál, sum viðvíkti føroyska samfelagnum í síni heild, serliga tað tjóðskaparliga, har spurningurin um móðurmálið var tann týdningarmesti.

Í stóran mun var talan um at umrøða og viðgera tjóðskaparlig og mentanarlig viðurskifti, ið høvdu sín uppruna í tjóðskaparstríðnum, sum hevði sínar røtur í føroyska mentanarumhvørvinum í Keypmannahavn, og sum seinni í 1888 kom til sjóndar og varð ført fram í Føroyum aftan á tiltikna Jólafundin, 2. jóladag í 1888.

Tey fyrstu árini tók Sólarmagn tó serliga gerandismál til viðgerðar. Kanska hevur hetta í fyrsta umfari verið brúkt sum ein læringspallur hjá teimum ungu fólkunum í felagnum at venja seg við at taka orðið og tosa um bæði gerandisspurningar og spurningar av meira yvirskipaðum politiskum slag.

Av gerandismálum, ið felagið tók til viðgerðar, kunnu nevnast evni so sum “Heitt drekka og tubbak”, “Føroyskur ella útlendskur búni”, “Brennivín og brennarí í Føroyum”, “Keypifelag”, “Frískúlar”, “Sunnudagsarbeiði”, “Slatur”, “Vegir”, “Fleiri bygdir”, “Felag til at leggja av at banna”, “Semja og ósemja”, “Gestablídni”, “Tú ella tygum?”, “Turistar”, “Skjótifelag”, “Djórahald og velting” og “Felag fyri bøndur og arbeiðarar”.

Flytandi bókasavn og fornminnissavn
Serliga við bygdunum í huga, mælti Sólarmagn tíðliga í tíðini til at skipa fyri flytandi bókasavni. Hetta var roynt í Noregi við góðum úrsliti, har áhugin var stórur. Somuleiðis tók felagið upp spurningin um at skipa eina fornminnagoymslu (fornminnissavn), og varð hetta veruleiki í 1898. Ein stórur trupulleiki var tað, at nógvir føroyskir fornlutir vórðu seldir av landinum, og hesum skuldi ein forngripagoymsla byrgja fyri. Eisini fór ein slík goymsla at vera mennandi fyri føroysku mentanina og tilvitskuna hjá føroyingum sum heild.

Eitt brot um hetta stendur í Fuglaframa nr. 9, 1898, har Sverre skrivar: “Tað er tíðspell og peningaspell, at maður fer burt úr landinum at sanka sær kunnleika, har hann átti at kunnað fingið hann líka góðan og betri heima. So er tað eisini, at tann kunnleiki, stak menn bera heim við sær, kemur seint og gjøgnum mangar umvegir til fólkið. Tað, ein sær við sínum egnum eygum, tað, ein kann leita upp sjálvur, tað, ein, so at siga kann taka í lógvan, kemur beinan vegin, verður skilligari, munagóðari og fastari. Teir hava í øðrum londum mangar goymslur, savn og anstaltir, sum fremja upplýsing millum fólk. Tað er neyðsýnt, og eitt fólk, sum skal standa seg væl, kann sera illa liva hesum fyri uttan.” M.a. hetta skrivar Sverre Patursson frá einum fundi um fornminnissavn, sum Sólarmagn hevði skipað fyri í Havn á ólavsøku stutt framman undan.

Fólkafundir
Felagið skipaði fyri fleiri fólkafundum, sum vórðu væl vitjaðir. Á einum av hesum fundum, sum varð hildin í Reynsmúlalág í 1905, varð samtykt at heita á løgtingið um at styrkja støðuna hjá føroyska málinum innan skúlagátt og at bera so í bandi, at skúlabøkur vórðu gjørdar á føroyskum máli.

Høvuðsrøðari á hesum fundi var Jóannes Patursson. Hann greiddi frá teirri støðu, føroyska málið var komið í, og tók fram málið hjá øðrum tjóðum og vísti á, hvørja støðu tey høvdu fingið. Hann segði m.a., at vit áttu at ansa eftir, at vit ikki endaðu sum hetlendingar, sum nú ikki kundu kallast annað enn onglendingar. Upprunaliga mál teirra var gloypt av tí enska. Hann helt ikki, at tað var av illvilja til tað føroyska málið, men av gomlum vana til at brúka annað mál, at vit vóru vorðin so lin og lítið teinkjandi um okkum sjálv, og halda tí bara, at alt er væl, sum tað er.

Neyðugt var tí nú at seta allar góðar kreftir í verk til at evna nýggjar skúlalógir og at uppala dugnaligar lærarar í móðurmálinum, helt Jóannes bóndi m.a. fyri í røðu sínari, sum er endurgivin í blaðnum Oyggjunum 14. juli 1905.

Felagsins skipan
Í fyrstu lógunum hjá felagnum verður greitt frá, hvussu fundirnir verða skipaðir. Orðstýrarin ger av, hvør tosar, og tí skuldu limirnir fyrst biðja orðstýraran um loyvi at greina mál. Tann, ið fyrst bað um orðið, var næstur at sleppa at tosa, og tann, ið fekk orðið skuldi reisa seg upp.

Orðstýrarin varð valdur við atkvøðuseðlum. Stóð á jøvnum, var lutakast. Orðstýrarin skuldi, tá ið fundurin var settur, bera fram tað, ið tosast skuldi um, og hann skuldi útgreiða og útskila tað eitt sindur, sum tað stendur í lógini.

Somuleiðis skuldi orðstýrarin, tá ið eingin annar fartur var at fáa, skjútsa fólk við boðum ímillum og gjalda teimum eftir skjútstaksti. Um fundur av einari ella aðrari orsøk ikki kundi vera ásetta dagin, skuldi orðstýrarin senda avboð við at reisa eina stong við einum hvítum klúti til merki, har skilligast sást millum bygdirnar.

Sum skilst, hevur felagið havt eina greiða skipan og mannagongd fyri, hvussu fundirnir vórðu hildnir. Tó verður einki sagt um aðalfund og val av nevnd ella formanni. Øll, sum vóru fylt 12 ár, kundu vera limir.

Felagið hevði tó onga nærri orðaða stevnu tey fyrstu árini, men í 1903 vórðu nýggjar viðtøkur samtyktar við einum greiðum politiskum boðskapi, har tað snúði seg um at verja um føroyskan tjóðskap og eftir førimuni at stuðla frælslyntan framburð. Aðalfundurin skuldi velja formann og skattmeistara, og aldursmarkið var nú 15 ár.

Felagshúsið
Spurningurin um at byggja felagnum eini felagshús at halda fundir, dansa og skipa fyri tiltøkum í, var havdur á lofti í felagnum longu í 1900. Í 1932, tá ið Páll Patursson var formaður í felagnum, varð hetta mál aftur til umrøðu, tá ið Niels Mikkelsen, sum varð orðstýrari á fundinum, tekur málið upp. Niels helt, at nú hevði felagið troyttað sama mannin (hann sigur ikki, hvør talan er um) so leingi við at spyrja um dansistovu, og tí átti felagið nú sjálvt at fara undir at byggja eina. Í 1936, tá ið Jóannes í Búðini er formaður, verður nevnd sett at gera tekningar og kostnaðarmeting av húsinum. Í 1943 verður samtykt, at Dion Dalsgarð, Dánjal í Búðini og Páll Patursson skuldu standa fyri arbeiðinum at fáa felagnum eini hús.

Tað gekk striltið hjá felagnum at fáa lendi at byggja á. Fyrst var ætlanin at byggja í Klovanum, har skúlin á Velbastað nú stendur, men ánararnir sýttu fyri at lata burtur av sínum lendi. Endin var, at Jóannes Danielsen bóndi í Búðini á Velbastað læt felagnum eitt stykki við Skarðastein, har grundarsteinur varð lagdur á 50 ára degi felagsins 10. mars 1945.

18. november 1951 vórðu húsini loksins vígd eftir, at tey høvdu staðið næstan liðug í eina tíð. Formaðurin, sum tá var Páll Patursson, helt vígslurøðuna, og Dánjal í Búðini greiddi frá arbeiðinum og teimum fíggjarligu útreiðslunum. Fleiri gestir vóru við til vígsluna. Millum teirra, sum hildu røðu kunnu nevnast Sverri Dahl, Thorstein Petersen og Kjartan Mohr. Eisini talaðu Vensil Andreassen, Óli við Á, Jóannes í Búðini og Erlendur Patursson.

Virksemið í felagnum varð skiftandi hesi árini, eftir at húsið varð bygt. Nakrir sjónleikir vórðu leiktir, m.a. Gift teg og Hjá Dalabóndum. Harumframt varð húsið nýtt til brúdleyp, veitsluhald og føroyskan dans.

Í 1978 varð farið undir at umvæla og útbyggja húsini, og hetta arbeiði varð liðugt í 1980. Ta fyrstu tíðina eftir hetta varð húsið nógv nýtt til setursskúla. Skúlaflokkar ymsastaðni úr Føroyum komu á námsferð og høvdu innivist í Sólarmagnshúsinum. Av øðrum virksemi í felagnum hetta seinasta 40 ára tíðarskeiðið í søgu felagsins kunnu nevnast tiltøk so sum jólahald fyri børnum og vaksnum, føstulávintshald fyri børnum, føroyskur dansur, ungdómstiltøk við telduspølum, skótavirksemi, kórsangur, dart, talv, kortspæl, bobb, filmur, binding, undirvísing í spinning og træskurði, limafundir og útleigan til ymisk endamál. Eisini hava fleiri tónleikabólkar tikið upp tónleik til fløguútgávur í húsinum.

Tey fýra árini frá 2000 til 2004 helt bygdaráðið í Kirkjubøar sókn til í Sólarmagnshúsinum, eftir at kommunan hevði bygt nýggjan skúla og selt tann gamla. Í 2004 legði Kirkjubøar sóknar kommuna saman við Havnar kommunu, og tá var ikki longur neyðugt hjá bygdaráðnum at hava innivist í Sólarmagnshúsinum.

Síðan 2017 hevur aftur verið arbeitt við at umvæla húsini bæði uttan og innan. Fyrst vórðu nýggj vindeygu sett í og nýggj tekja løgd á. Síðan eru nýggjar hurðar settar í, bæði úthurðar og innhurðar, nýtt lagt á gólvini, nýggj wc sett upp og nýggjur køkur. Alt hetta er gjørt við góðum fíggjarligum stuðli frá Tórshavnar kommunu og alifyritøkuni Luna, sum hevur ein part av sínum framleiðsluvirksemi fram við landinum út fyri Velbastað.

125 ára hátíðartiltøk
Nú felagið verður 125 ár í ár, arbeiðir nevndin við at leggja eina skrá við ymiskum tiltøkum, sum ætlanin er at hava seinni í ár. Eitt nú verður skipað fyri veitslu fyri øllum limum og øðrum innbodnum í heyst. Harumframt verða limafundir við ymiskum evnum á skránni.




Í nevndini fyri Sólarmagn eru í dag John Dalsgarð, formaður, Teitur Heindriksson, næstformaður, Eyðfinnur í Búðini, skattmeistari, Tóki Dalsgarð, skrivari, og Dánjal Petur Jensen. Tiltakslimir eru Hjørdis Heindriksdóttir og Eliesar Rubeksen.