EMA góðkent Pfizer til fimm ára gomul

Nú skal ES kommissiónin gera av, um koppsetingin til børn niður í fimm ára aldur skal góðkennast til brúk í øllum ES.

Steinar Patursson
25. november 2021 kl. 14:11

Evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, hevur í dag góðkent koronukoppsetingina frá Pfizer/BioNTech til børn millum fimm og 11 ár.

Tað sigur DR.

Heilivágurin var av EMA frammanundan góðkendur til børn niður í 12 ár, og hann var somuleiðis góðkendur av donsku og føroysku heilsumyndugleikunum til børn í sama aldri.

Sambært DR sigur MEA, at eingi onnur hjáárin eru funnin, sum eru øðrvísi enn tey hjáárini, ið vaksin fáa, men børn fara kortini bert at fáa ein triðjapart av tí skamtinum, ið vaksin fáa.

Nú skal ES kommissiónin gera av, um koppsetingin skal góðkennast til alt ES. ES kommissiónin plagar at fylgja tilmælunum frá EMA.

Tað verður síðani upp til danska heilsustýrið at gera av, hvørt børn niður í fimm ár skulu koppsetast í Danmark, og somuleiðis skal takast støða til hetta í Føroyum.

Leggjast kann aftrat, at koppsetingarbólkurin hevur higartil fylgt koppsetingarmynstrinum í Danmark.