Endurnýggjaði koyrikortið beint áðrenn 100-ára føðingardagin

Jens Albert Petursson, ið er ættaður úr Suðuroy, hevur búð í Íslandi síðan 1945. Beint undan sínum 100-ára føðingardegi, endurnýggjaði hann sítt koyrikort

Agnes og Jens Albert Petursson. Jens Albert er ættaður úr Suðuroy, men hevur livað í Íslandi síðan 1945 (Mynd: Sigurður Bogi/mbl.is)
Sigurjón Einarsson
3. august 2022 kl. 16:26

– Heilsan er góð, tá ið hugsað verður um mín høga aldur, sigur Jens Albert Petursson í samrøðu við íslendska Morgunblaðið.

Hann bleiv 100 ár tann 22. juli í ár, men nakrar dagar undan sínum 100-ára føðingardegi, endurnýggjaði Jens Albert Petursson sítt koyrikort, tí honum dámar væl at fara ein biltúr, tá umstøðurnar loyva tí.

– Eg koyri sjálvdan langt, og eg koyri bara, tá veðrið er gott, men mær dámar væl ein koyritúr, sigur hann.

Jens Albert Petursson er úr Suðuroy, men hevur búð í Íslandi síðan 1945. Hann var sjómaður í fleiri ár, men arbeiddi seinni á prentsmiðju, áðrenn hann tey síðstu árini av sínum arbeiðslívi var náttarvakt hjá Ás, ið er ein miðstøð fyri fólk, sum bera brek. Ás er ein felagsskapur, sum ikki miðar eftir vinningi.

Altíð dámt væl at arbeitt
– Eg havi havt eitt gott lív, og eg eri takksamur. Eg havi altíð kent tað á mær, at tað hevur verið týdningarmikið at havt nokk at gera. Eg haldi eisini, at tað var sera nøktandi at arbeiða, og mær dámdi eisini væl sosiala arbeiði seinnu árini, sigur Jens Albert Petursson.

Hann var giftur við Mariu Petursdóttir, ið eisini er ættað úr Føroyum. Hon doyði í 2007, men tá høvdu tey verið gift í 56 ár. Tey fingu fýra børn – eina dóttir og tríggjar dreingir. Allir synirnir hjá Jens Alberti, Oddgeir, Hjalti Sævar og Pétur, búgva allir í Føroyum.

Føðingardagurin hildin á Hotel Ørkin
– Eg havi ein fantastiskan pápa, sigur dóttir hansara, Agnes, sum hevði skipað fyri einum stórum føðingardegi fyri Jens Alberti, ið varð hildin í føroyska sjómansheiminum í Reykjavík, Hotel Ørkin.

Og júst tað, at 100-ára føðingardagurin varð hildin á føroyska sjómansheiminum, var rættiliga passandi fyri suðuroyingin í Reykjavík, tí Jens Albert var við til at byggja sjómansheimið.

Tað liggur eisini til familjuna, at røkka ein høgan aldur, tí millum annað móðir Jens Albert, Andrea, gjørdist 101 ára gomul. Systur hansara, Myrthley Helen, verður skjótt 98 ár, og tey búgva eisini lið um lið á ellisheiminum, Vitatorg, í Reykjavík.

Jens Albert Petursson er partur av einum systkinaflokki upp á níggju systkin.