Enn einaferð: Bløðini aftur seinkað úr Keypmannahavn

Tað hevur gingið serstakliga illa í hond at fáa bløðini heim seinastu vikurnar. Orsøkirnar eru ymiskar, hesaferð var ikki fólk í Kastrup at lasta flogfarið við postfrakt, og tí fáa flestu haldararnir ikki bløðini fyrr enn mánadagin

Sveinur Tróndarson og Eirikur Lindenskov
2. juli 2022 kl. 11:50

Einki er so troyttandi sum ikki at fáa eina vøru, sum mann hevur keypt – og goldið fyri.

Teirri støðuni hava haldararnir hjá Dimmalætting og Sosialinum verið í fleiri ferðir í seinastuni, og tíverri mugu vit boða tykkum frá, at tit enn einaferð uppliva tað sama.

Sum tey flestu tykkara vita, verða bløðini nú prentað í Danmark, tí Prentmiðstøðin stongdi um mánaðarskifti juli-august í fjør. Tað inniber so, at bløðini mugu flúgvast heim hósdag, helst í fyrsta flogfarinum hósdag, so Posta kann sortera bløðini og bera tey út fríggjadag. Tað gongur, um tey koma hóskvøld, men koma tey fríggjadag – ella enn verri fríggjakvøld, so er eingin kjansur at haldararnir fáa bløðini.

Sjálvt um tað í flestu førum hevur gingið væl, so hava vit við millumbilum havt trupulleikar av, at bløðini ikki eru komin heim til tíðina, og serliga hesa seinastu vikurnar hevur gingið illa í hond. Orsøkin liggur hvørki hjá okkum ella Posta, sum stendur fyri flutninginum heim, og heldur ikki hjá Atlantic Airways, sum í grundini hevur roynt tað, sum tey kunnu fyri at fáa bløðini heim til tíðina.

Hesaferð var frágreiðingin úr Danmark, at felagið, sum lastar flogførini, hevði ikki nóg nógv av fólki, so postfraktin kundi lastast umborð á flogfarið, og tí stóð alt eftir í Kastrup, tá fyrra flogfarið fór heim.

Fyri at gera ilt verri, so varð seinna flogfarið fyrst seinkað í fimm tímar og síðan útsett til á middegi fríggjadagin, og so kundi tað í grundini gera tað sama, tí tá vóru bløðini ikki á høvuðsposthúsinum í Havn fyrr enn seint seinnapartin fríggjadagin, og tá vóru øll postboð farin sínar rundur.

Tað bar tó Posta til at fáa bløðini út til haldararnar í høvuðsstaðnum og í postboksirnar í Havn, men restin av haldarunum fáa – enn einaferð – ikki blaðið fyrr enn mánadagin.

Haldararnir kunnu tó lesa bløðini á heimasíðunum. Haldarar hjá Sosialinum kunnu tó lesa blaðið á netinum á www.sos.fo.

Tað gera haldarar við at logga á við haldaranummarinum, sum er stemplað á forsíðuna á bløðunum, sum koma við Posta, og sum stendur á faktarunum til haldaragjaldið.

Haldarar hjá Dimmalætting kunnu lesa blaðið á netinum á www.dimma.fo.

Tað gera haldarar við at logga á við brúkaranavni og loyniorði, og síðan fara undir tað sum eitur “Blaðið á netinum”.

Sjálvt um tað ljóðar sum uppafturtøka, so harmast vit um, at tað gongur út yvir tænastuna hjá Dimmalætting og Sosialinum og vóna, at haldarar okkara umbera okkum!

Bløðini eru tó at fáa til keyps í leysasølunum.

 

Vinaliga 

Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Sosialurin 

Sveinur Tróndarson
blaðstjóri
Dimmalætting