Enn einaferð: Bløðini seinkað úr Keypmannahavn

Sjálvt um tað komu tvey flogfør úr Keypmannahavn í gjár, var ikki pláss fyri Sosialinum og Dimmalætting í viðførisrúminum. Bløðini eru komin til landið í dag og vera í sølubúðunum seinnapartin, men haldararnir fáa tíverri ikki bløðini fyrr enn mánadagin

Sveinur Tróndarson
17. juni 2022 kl. 15:01

So hendi tað tíverri aftur, at rúm ikki var fyri bløðunum í flogfarinum.

Sjálvt um tað komu tvey flogfør úr Keypmannahavn í gjár – og fýra úr Danmark íalt – eydnaðist tað ikki at fáa pláss fyri Dimmalætting og Sosialinum, sum tí lógu eftir í Kastrup.

Tað hevur verið friður hesum viðvíkjandi síðan februar, tá vit tvær ferðir eftir stuttari tíð upplivdu, at bløðini lógu eftir í Keypmannahavn, og vit høvdu vónað, at tað fór at vera friður á økinum nú meira enn eitt flogfar kemur úr Kastrup um dagin.

Men soleiðis var tíverri ikki.

Bløðini eru komin til landið í dag, og vera at fáa til keyps í sølubúðunum seint seinnapartin.

Tíverri hevur seinkanin tað við sær, at Posta ikki fær bløðini út til haldararnar fyrr enn mánamorgunin. Haldarar, sum hava postboks í Havn, fáa tó bløðini í boksina í kvøld, skulu vit siga frá Posta

Haldarar hjá Sosialinum kunnu tó lesa blaðið á netinum á www.sos.fo.

Tað gera haldarar við at logga á við haldaranummarinum, sum er stemplað á forsíðuna á bløðunum, sum koma við Posta, og sum stendur á faktarunum til haldaragjaldið.

Haldarar hjá Dimmalætting kunnu lesa blaðið á netinum á www.dimma.fo.

Tað gera haldarar við at logga á við brúkaranavni og loyniorði, og síðan fara undir tað sum eitur “Blaðið á netinum”.

Á Dimmalætting og Sosialinum harmast vit ógvuliga nógv um, at viðurskifti, sum liggja uttanfyri okkara ávirkan, raka tænastuna til okkara haldarar, og vit vóna, at tit bera yvir við okkum.

Vinaliga

Eirikur Lindenskov

blaðstjóri

Sosialurin

Sveinur Tróndarson

blaðstjóri

Dimmalætting

Leys Størv