Enskur fótbóltur: Nú koma standiplássini aftur

Frá ársskiftinum ber aftur til at keypa sær atgongumerki til standipláss í Premier League og The Championship

Sigurjón Einarsson
23. september 2021 kl. 07:50

Eftir at hava verið burtur í 25 ár, so fer tað frá ársskiftinum aftur at vera gjørligt at keypa atgongumerki til standipláss í bestu og næstbestu fótbóltsdeildirnar í Onglandi.

Tað hevur stjórnin í Stórabretlandi avgjørt, skrivar Reuters.

Stjórnin hevur biðið Sports Grounds Safety Authority (SGSA) um at seta arbeiðið í gongd við at loyva standipláss á útvaldum leikvøllum í Premier League og The Championship (bestu og næstbestu deildini í Onglandi, red.).

Hetta er fyrstu ferð í 25 ár, at hetta verður loyvt aftur. Stjórnin gjørdi tað ólógligt at hava standipláss í bestu og næstbestu deildini, eftir syrgiligu vanlukkuna á Hillsborough-leikvøllinum í Sheffield í 1989, tá 97 Liverpool-viðhaldsfólk lótu lív.

Ætlanin er, at hava eina royndarætlan, har nøkur feløg verða vald út til at fáa serlig standipláss sett upp, og eftir eina tíð skal niðurstøða gerast viðvíkjandi møguleikarnar at loyva standipláss aftur á leikvøllum í Onglandi sum eina varandi loysn.

Feløgini hava nú fram til 6. oktober at søkja um at verða eitt av feløgunum, sum kunnu bjóða standipláss á sínum leikvøllum frá ársskiftinum.

Talan er um serlig standipláss, ið skulu setast upp. Hesi standipláss hava verið í týskum fótbólti í nøkur ár nú, og her er eitt eldri videobrot, ið greiðir frá um Safe Standing: