Flóttar úr Sýria eru ónøgdir

Bretski tíðindamiðilin, BBC, setur í eini grein spurnatekin við, hvørt Danmark ger rætt við at gera mun á ukrainskum flóttum og flóttum úr ikki-evropeiskum londum.

Her síggjast ukrainskir flóttar í Danmark. Mynd: EPA
Kristian Waag Dam
2. mai 2022 kl. 08:09

Tað er ikki einans Føroyar, sum er fyri hvassorðaðum atfinningum frá útlendskum miðlum í løtuni. Bretski tíðindamiðilin, BBC, setur í eini grein spurnartekin við, hvørt Danmark ger rætt við at gera mun á ukrainiskum flóttum og flóttum úr ikki-evropeiskum londum.

Eins og tey flestu londini í Evropa, so hevur Danmark tikið ímóti ukrainiskum flóttum við opnum ørmum. Danski útlendingráðharrin, Mattias Tesfaye, hevur áður sagt, at Danmark skal fyrireika seg uppá at taka ímóti 100.000 ukrainiskum flóttum. Í sjónarbandinum, sum er viðheft at greinini hjá BBC, prátar tíðindakonan, Hanan Razek, við glaðar og takksamar ukrainiskar flóttar, sum hava fingið friðskjól í Danmark. Tey kenna seg vælkomin og síggja Danmark sum eitt møguligt heim. Fleiri serlógir eru komnar í gildi, orsakað av stóra talinum av flóttum úr Ukraina. Serlógir, sum millum annað tryggja ukrainiskum flóttum uppihaldsloyvi í Danmark í tvey ár. Hesar serlógir skula vera við til at tryggja, at ukrainiskir flóttar gerast ein virkandi partur av danska samfelagnum.

Í 2019 meti danski myndugleikin, at støðan í Sýria var so batna so mikið nógv, at danska útlendingastýri fór í holt við at taka inn aftur uppihaldsloyvi og nokta at lata fleiri uppihaldsloyvi til flóttafólk úr Sýria. Amnesty International og Human Rights Watch funnuast at avgerðini hjá Danmark í 2019, tí trygdin í Sýria ikki var nøktandi. Tískil er tað ikki einans glaðar og takksamar flóttar, ið Hanan Razek møtir í Danmark. Hanan Razek prátar við flóttar úr Sýria, ið eru alt annað enn nøgdir. Teir hava búð í Danmark í fleiri ár og kenna seg hvørki heima ella vælkomnar. Teir vísa á, at tað er munur á flóttum í Danmark. Hjá flóttum úr Sýria kann tað taka fleiri mánaðir at fáa uppihaldsloyvi í Danmark. Hinvegin smíðar fólkatingið eina serlóg saman, sum ber við sær, at ukrainiskir flóttar fáa uppihaldsloyvi í tvey ár. Teir sýrarnir, ið Hanan Razek prátar við, taka undir við serlógunum, men teir halda samstundis, at serlógirnar eisini skulu vera galdandi fyri flóttar aðrastaðni frá.

Kelda: BBC