

Hvussu eydnaðist Summar Festivalurin í ár?
- Summar Festivalurin eydnaðist sera væl í ár. Skráin var góð, veðrið var við okkum og fólk vóru sera væl nøgd. Eisini eydnaðist økið betur í ár við fleiri básum og gøtuni framvið Ósánni, sum hevði meira at bjóða.
Hvør framførsla var tann besta eftir tínum tykki?
- Mítt persónliga hæddarpunkt var Europe, men sera mong, sum eru meira tilkomin, høvdu Suzi Quatro sum hæddarpunkt. Hon yvirraskaði fleiri positivt. Harafturat vóru fleiri sera góðar føroyskar konsertir, og ikki minst Silvalandið var sera væl eydnað og væl vitjað.
Hvat kunnu vit vænta av Summar Festivalinum í næsta ár?
- Fólk kunnu vænta, at fyrireikararnir aftur fara at gera sítt allarbesta til at Summar Festivalurin 2024 skal hava mangt gott at bjóða ungum sum eldri.