Erling Haaland sett óynskt Premier League met

Ikki alt gongur sum norðmaðurin vil hava tað

Ragnar Sjúrðarson
7. mai 2023 kl. 13:46

Erling Haaland hevur sett fleiri met í sínum fyrsta kappingarári í Premier League.

Í gjár var tað tó ikki eitt positivt met, sum norska stjórnan setti, í 2-1 sigrinum á Leeds. Erling Haaland er nú tann leikarin, sum hevur brent flestar stórar málmøguleikar í einum Premier League kappingarári.

Tá dysturin var 25 minuttir gamal fekk ungi normaðurin ein gyltan møguleika at tvífalda leiðsluna, men royndin fór míl framvið málinum.

Hetta var samstundis stóri málmøguleiki nummar 26, sum er brendur í hesum kappingarárinum av Erling Haaland.

Tað vísir ein uppgerð frá Premier League.

Harvið tekur hann óynksta metið frá Robin van Persie, sum í 2011/12 brendi 25 stórar málmøguleikar.

Í undanfarna vikuskifti setti Haaland eitt annað met. Tá bleiv hann tann mest skorandi leikarin í einum Premier League kappingarári við máli sínum nummar 35. Harvið tók han meti frá Andy Cole og Alan Shearer, sum báðir megnaðu at skjóta 34 mál uppá eitt kappingarár.