Ermarsundsoyggjar ynskja sær ein “Eysturoyartunnil”

Niðri á Guernsey og Jersey hava tey lagt til merkis, at føroyingar hava fingið ein undirsjóvartunnil við rundkoyring í. Nú ynskja hesar báðar oyggjar í Ermarsundi eina líknandi loysn

Sigurjón Einarsson
12. januar 2021 kl. 10:00

Tað er ikki farið afturvið borðinum úti í heimi, at Føroyar hava fingið ein nýggjan undirsjóvartunnil. Nú eru røddir frammi á Guernsey og Jersey um ein líknandi loysn fyri bretsku oyggjarnar í Ermarsundi. Dorey Financial Modelling, ið er heimahoyrandi í Guernsey metir, at ein líknandi verkætlan við tunli millum Guernsey og Jersey hevði kostað góðar 16 milliardir krónur.

Tað er við Eysturoyartunlinum sum dømi, har sama tøkni kann verða nýtt til eina verkætlan við tunli millum báðar oyggjarnar, ið hevði verið 43,4 kilometrar langur. Her letur uppskotið upp fyri, at tað vera tok, sum fara at koyra í tunlinum, so túrurin millum oyggjarnar fer at taka 15 minuttir.

Og so var tað tað við rundkoyringini. Hana hava tey eisini lagt til merkis. Her letur ein enn størri verkætlan upp fyri, at ein oyggj verður gjørd millum Guernsey og Jersey, sum millum annað skal verða gjørd av tilfarinum úr tunlinum, so ein rundkoyring kann verða gjørd har, ið síðani førir tunnilin yvir til Normandíið í Fraklandi. Á nýggju oynni skal ein altjóða flogvøllur gerast, umframt ein sjúkrahús, fongsul og ein lærdur háskúli. Hendan risastóra verkætlanin hevði kostað einar 32-35 milliardir krónur.

Handilsmaðurin Martin Dorey av Guernsey bar fram uppskotið fyrstu ferð í 2019.  

- Guernsey og Jersey hava hvør sín samleika. Vit ynskja ikki at missa okkara kappingarjavna samband við Jersey, heldur skulu vit deila skuldabyrðuna. Við at binda oyggjarnar saman, fáa vit eitt meira samanhangandi samfelag, sigur hann.

Dorey ynskir at fáa stuðul frá stjórnunum í Jersey og Guernsey, so jarðfrøðiligar kanningar kunnu fara í gongd. Men her saknar Martin Dorey meira vilja frá politiskari síðu, tí móttøkan og undirtøkan fyri verkætlanini hevur verið eitt sindur blandað harfrá, heldur hann.