Eru ikki liðug at rokna út hvat tað kostar at stytta arbeiðsvikuna

Landsstýrið heldur fram við arbeiðnum at stytta arbeiðsvikuna

Áki Bertholdsen
19. september 2023 kl. 08:41

Arbeiðið hjá landsstýrinum at stytta arbeiðsvikuna, heldur fram. Tað sigur Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

Hetta er eitt av teimum umstríddu ætlanunum hjá samgonguni og nú hevur Beinir Johannesen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, spurt hana, um ætlanin framvegis er at stytta arbeiðsvikuna, og hvørjar fíggjarligar avleiðingar fara at standast av hesum.

Seinni í heyst fer Landsstýrið at leggja uppskot um 37 tímar arbeiðsviku fyri løgtingið, sigur Ingilín Didriksem Strøm.

Hon sigur, at í løtuni er landsstýrið í trípartasamráðingum við umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, bæði arbeiðsgevarar og fakfeløg, um at fremja ætlanina í verki.

Arbeiðsgevarar og fakfeløg hava valt hvør síni fýra umboð í ein arbeiðsbólk, sum er í samráðingum við Landsstýrið um at stytta arbeiðsvikuna.

Landsstýriskvinnan sigur, at higartil hava átta fundir verið, har málið er upplýst og har ein stórur partur av arbeiðinum snýr seg um avleiðingarnar og kostnaðin av at stytta arbeiðsvikuna. 

– Næsta stigið er at fara undir ítøkiligar samráðingar við hvønn part sær, og at enda verður lógaruppskotið lagt fyri løgtingið. 

Ingilín Didriksen Strøm sigur, at ymsar útrokningar eru gjørdar um, hvussu ein 37 tíma arbeiðsvika kann fremjast, og hvat kostnaðurin kann verða. 

– Eg haldi, at vit eru komin langt, men endaligu útrokningarnar fyri kostnaðin á ávikavist privata og almenna arbeiðsmarknaðinum eru ikki lidnar, sigur hon. 

Hon sigur, at tey skulu eisini hava eina meting av, hvussu tey ymsu starvsøkini, fakbólkar, stovnar og vinnugeirar fara at laga seg til tað, at arbeiðsvikan verður stytt. 

– Tað ber ikki til at siga, hvat kostnaðurin er, fyrr enn trípartasamráðingarnar vónandi er komið til eina endaliga loysn fyri, hvussu 37 tímar arbeiðsvikan skal setast í verk, sigur hon.

Hon sigur, at talan er um eitt umfatandi roknistykki, har tað eisin hevur stóran týdning at allar avleiddar inntøkur og útreiðslur verða taldar við. Til dømis er tað væntandi, at útreiðslurnar í sambandi við sjúkrameldingar vegna strongd, fara at lækka, verður arbeiðsvikan stytt, sigur landsstýriskvinnan.