Klumman: Et par svesker

Eg havi eina herliga vinkonu. Tá onnur leggja myndir út á Facebook, av ymiskum sunnum mati tey hava etið, so leggur vinkonan mynd út av pylsuvogninum á kaini, har hon stendur í kø í oysandi regni, og gleðir seg at fáa sín dagliga hot dog. Seinni skrivar hon, at hon keypti fýra hotdogs og tveir høsnarungar við chips, og bjóðaði grannanum inn at eta grillmat.

Súsanna Tórgarð
22. oktober 2020 kl. 15:40

Eg havi eina herliga vinkonu. Tá onnur leggja myndir út á Facebook, av ymiskum sunnum mati tey hava etið, so leggur vinkonan mynd út av pylsuvogninum á kaini, har hon stendur í kø í oysandi regni, og gleðir seg at fáa sín dagliga hot dog. Seinni skrivar hon, at hon keypti fýra hotdogs og tveir høsnarungar við chips, og bjóðaði grannanum inn at eta grillmat.

Tá onnur leggja myndir út av sínum vøkru urtagørðum, har tey hava lúkað og plantað og klipt trø og runnar, so leggur vinkonan myndir út av sínum hava, har alt sleppur at vaksa vilt, og hon situr mitt ímillum hømiliurnar við sínum kaffimunni og einum rómabolla, og takkar náttúruni fyri alt margfeldi, sum grør rundan um hana.

Tá onnur renna maraton og seta sær fyri at ganga uppá hvønn fjallatind í Føroyum, so siterar hon Jacob Haugaard: “ Når jeg vågner om morgenen ryster jeg over hele kroppen. Og det er den eneste form for motion jeg får”.

Soleiðis er hon, torir at vera sín egin, og letur seg ikki ávirka av ymiskum “trendum”, sum nú einaferð eru uppi í tíðini.

Men nú ein dagin ringdi hon til mín, tí hon hevði fingið tað hugskotið, at vit báðar treingja til at røra okkum. Hon hevur lisið, at ein gongutúrur er minst líka góður fyri heilsuna sum ein rennitúrur, og vit eru samdar um, at tað hóskar betri til okkara temperament.

Hon hevur lisið, at tað er umráðandi at alt ikki bara verður til prát á túrinum, og tí hevur hon gjørt eina neyva skrá, sum hon hevur funnið á eini heimasíðu um rørslu: skift verður ímillum vanliga gongd og “rask tempo”, sum tað stendur í skránni, og síðani ymisk intervallir við “lange kraftfulde skridt” og “op ad bakke i fuld fart”. Hon hevur keypt sær eitt ur, sum sigur frá, tá vit skulu broyta gongulag. Vit hava valt okkum eitt stað uttanfyri býin, har vælgjørdar gøtur í landslagnum gera tað sera høgligt at ganga ella renna ein túr. Nú skal annað skinn takast um bak, og vit leggja til brots klokkan átta henda morgunin.

Vinkonan tendrar urið, og vit fara til gongu. Fyrst vanlig  gongd og síðani “rask tempo”, men júst tá urið sigur, at vit skulu skifta til “lange kraftfulde skridt”, kemur ein maður gangandi ímóti okkum, við tveimum hundum í bandi. Hundarnir eru stórir og mestsum draga hann aftaná sær, og tá teir síggja okkum fer annar at goyggja, og hálar so harðliga í bandið, at maðurin missir hann. Hundurin kemur rennandi við ferð ímóti okkum, goyr og sær ræðuligur út. Eg frysti á staðnum, meðan vinkonan fer at renna undan, og hundurin heldur aftaná henni. Hon rennur sum fyri lívinum yvir móti einum kletti, sum hon klívur uppá, meðan hundurin sansaleysur stendur og goyr undir klettinum. Hundaeigarin kemur tíbetur skjótt til hjálpar, fær fatur í bandið og sissað hundin. Maðurin er illa við og biður so miriliga um umbering, men vinkonan biður hann sleppa sær av fananum til, og hann fer so smoykin avstað við hundunum.

Hon klívur bannandi og blótandi niður av aftur klettinum, og hóttir við at melda. Vit eru báðar skelkaðar, men tá urið nú sigur frá, at vit skulu halda fram “op ad bakke i fuld fart”, fáa vit láturkrampa. Vit gera av at vraka skránna, sløkkja urið, og fara hóvliga til gongu aftur eftir gøtuni og sissast so við og við.

Næstan afturkomnar til bilin, hitta vit ein eldri mann, sum eisini hevur verið ein túr í morgun - gott sær hann út, spelkin og lættur uppá sporið, og vit vita báðar, at hann er yvir 80 ára gamal. Vinkonan fortelur honum um okkara rørsluætlan og spyr, hvat hann ger fyri at halda sær so væl. Hann flennir og nevnir so eini einføld heilsuráð, hann fekk sum heilt ungur, og sum hann hevur hildið seg til líka síðani:” Et par svesker, nogle rosiner og daglig gang i bakket terræn”.

Vit takka fyri og koyra heim. Seinni ringir vinkonan, hon hevur verið og keypt sviskur og rosinur, og hevur gjørt av, at túrarnir hereftir verða niðan á Kongavarðarnar.  

Eg bíði spent.