Europa League endabresturin verður í kvøld

Í kvøld verður finalan millum Eintracht Frankfurt og Glasgow Rangers í Europa League leikt. Endaliga brakið er millum tvey lið, ið fá høvdu væntað at sæð í finaluni áðrenn kappingin fór á rull. Finalan verður leikt í spanska býnum Sevilla

Europa League steypið, sum í kvøld verður dystast um. (Mynd: EPA).
Kristian Waag Dam
18. mai 2022 kl. 13:18

Áðrenn kappingin fór á rull vóru tað fá, ið væntaðu at síggja Eintracht Frankfurt og Glasgow Rangers í Europa League finaluni. Europa League er næststørsta evropeiska kappingin, sum er. Fleiri stórlið eru árliga við í kappingini. Í ár vóru Barcelona, Dortmund, Napoli og West Ham, við í evropeisku kappingini. Tískil er tað rættiliga óvæntað at júst hesi bæði liðini eru tey, sum berjast um gullheiðursmerki í finaluni.

Flestu fótbóltsáhugaði kenna skotska stórfelagið, Glasgow Rangers, ið fleiri heimskendir leikarar hava leikt fyri. Í 1990’inum vann felagið meistaraheiti omaná meistaraheiti, tá leiktu millum annað Brian Laudrup og Paul Gascoigne við felagnum. Eftir nógv ár á toppinum fór felagið á húsagang í 2012. Felagið mátti tískil byrja av nýggjum í lægstu skotsku fótbóltsdeildini. Síðan hevur felagið bart seg upp aftur í bestu deildina. Í fjør vann felagið meistaraheitið í bestu skotsku deildini fyri fyrstu ferð síðan felagið fór av knóranum í 2012. Í ár hevur felagið, sum fyri stuttum var í lægstu skotsku deildini, møguleikan at vinna Europa League kappingina, sum gevur atgongd til Champions Leauge fótbólt komandi kappingarár. Men at vinna Europa League, er lættari sagt enn gjørt, tí bæði liðini í finaluni er sterk.

Mótstøðuliðið hjá Glasgow Rangers, er týska felagið, Eintracht Frankfurt, sum seinastu árini hevur havt vind í seglunum. Felagið hevur seinastu fimm árini vunnið sær atgongd til Europa League tríggjar ferðir. Haraftrat vann felagið eisini týsku steypakappingina, DFB Pokal, í 2018. Seinastu árini hevur felagið havt fleiri stórar stjørnur á liðnum, sum onnur feløg síðan hava keypt, millum annað Sebastian Haller, ið West Ham United keypti í 2019, og Luka Jovic, sum Real Madrid keypti í 2019. Vinnur Eintracht Frankfurt finaluna, so er tað aðru ferð, at felagið vinnur Europa League. Eintracht Frankfurt vann kappingina í 1980, tá æt kappingin UEFA Cup.

Nógvir fjepparar úr bæði Skotlandi og Týsklandi hava keypt sær atgongumerki til finaluna. Sambært BBC væntar mann 100.000 Rangers fjepparar í Sevilla. Tó er einans pláss fyri 43.000 áskoðarum á Ramón Sánchez-Pizjuán Stadium.

Europa League finalan verður leikt klokkan 20 í kvøld á Ramón Sánchez-Pizjuán Stadium í Sevilla.