Eyðun er avgjørt ein møguleiki

FSF forsetin hevði einki havt ímóti tí, um venjaraparið helt fram, sum hevði ábyrgdina av landsliðnum í Armenia og Norðurmakedónia

Jonhard Hammer
17. november 2024 kl. 20:00

Í dag varð punktum sett fyri hetta fótbóltsárið, tá ið landsliðið tapti 1-0 í norðurmakedonska høvuðsstaðnum Skojpe. Hóskvøldið vunnu Føroyar 1-0 í Jerevan í Armenia, og tað úrslitið bar við sær, at Føroyar eisini í næstu Nations League kappingini vera í bólki C.

FSF formaðurin Christian F. Andreasen skrivar soleiðis í kvøld:

So er henda Nations Leauge kappingin liðug. Føroyar fingu eitt 3. pláss við 6 stigum, einum sigri og tríggjar javnleikir. Føroyar vera verandi í C-bólkinum. Lettland flytur niður í D-bólkin. Áðrenn seinastu dystirnar vóru Eyðun Klakkstein og Atli Gregersen settir sum venjarar. Tað hevur ligið væl fyri hjá teimum. Okkara leikarar hava undir leiðslu av Eyðuni og Atla víst gott spæl og góðan stríðsvilja, sum eisini skal til fyri at vinna dystir. Vit fóru eftir at varðveita plássið í bólkinum, og tað úrslit hava vit rokkið. At tað ikki rakk til play-off er til at liva við. Tað eru spennandi tíðir fyri framman fyri okkara landslið. Eingin ivi um tað, skrivar Christian F. Andreasen.

Í løtuni verður í FSF arbeitt við at finna nýggjan landsliðsvenjara. Tí spyrja vit Christian F. Andreasen, um tað er møguleiki fyri, at Eyðun Klakstein og Atli Gregersen, sum eru fyribilsvenjarar og annars hava ábyrgdina av U-21 landsliðnum, fara at halda fram við ábyrgd fyri A-landsliðnum?

-Tað hevði eg einki havt ímóti, men tað eri ikki eg einsamallur, sum geri sovorðið av. Tað eru umsitingin og landsliðsnevndin, sum innstilla til starvsnevndina, sum so tekur avgerðina. Undir leiðslu av Eyðuni og Atla hava vit kent stóran íblástur kring landsliðið. Tað eigur at síggjast aftur í, at tað verður fullsett á Tórsvølli, tá ið landsdystir aftur vera í Føroyum, og so fáa vit at síggja, hvør tá fer at hava ábyrgdina av liðnum, sigur Christian F. Andreasen.

Lutakastið í sambandi við HM undankappingina verður fríggjadagin 13. desember í Zürich.